Sum skrivari í føroyska Miðflokkinum varð Ólavur í Geil í døgunum 23.-29. august í ár boðin til Ísraels at vitja. Ísraelska sendistovan sendi innbjóðingina, sum Hannah Goldshmidt, ið hevur norðurevropeisk sambond um hendi fyri ísraelsku uttanríkistænastuna, hevði lagt til rættis. Innbjóðingin varð send til Political Staffers Delegation From the Nordic Countries, tað vil siga starvsfólkum hjá politiskum flokkum í Norðurlondum. Nógvir føroyingar hava vitjað í Ísrael. Hetta var onnur ferðin hjá Ólavi í hesum landi, ið fleiri av heimsins rithøvundum seta, ikki bara ovarlaga, men eisini á ein heilt serligan stiga. Vit kunnu nevna okkara egna Kristian Osvald Viderø, sum í ”Ferð mín til Jorsala” skrivar um ferðina, hann gjørdi til Jorsalir, tað er Jerúsalem, í 1952 og fimm ár seinni gav út í bók. Svenska Selma Lagerlöf gav fyrst í 1900talinum út Jerusalem, har hon í tveimum bindum letur karga veruleikan heima í Dalarna renna saman við ein bíbilskt poetiskan frælsisdreym í Heilag...