Skip to main content

Posts

Showing posts with the label marknaðarføring

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann...

Oyðimarkargongd og sjálvgleði

Meðan vit í sannari og óblektaðari matgleði aftur kunnu svølgja tað besta av matinum hjá Gutta - í nýggjasta partinum enntá grønt og heimagrógvið av Sandafløtti - boðar løgmaður frá vali til løgtingið á gitnaðardegi Marriu, so jólagleðin, tað er so vist og sætt, verður púra forstýrað. Ikki tí, løgmaður liggur væl fyri til val, væl ger hann tað, men tað kann ikki sigast um fyrsta politiska stavin í durinum. Tað er ikki tann dagur, at sitandi stuðlar fyri A-toymið ikki koma kropp á kroppi í miðlarnar at siga frá, at teir ikki longur stilla upp fyri tann flokkin. Harvið tó ikki sagt at teir melda seg úr flokkinum. Nei, noy. Teir bara siga frá, so segði hann. Nýggjasta er, at Annika fer í Tjóðveldi, og at skilagóði ungdómsformaðurin stingur í sekkin. Ímillum liggur ein oyðimarkargongd hjá hyggjaranum, lurtaranum, lesaranum - og eftir øllum at døma veljaranum eisini. Alt síðan A-toymið fekk sær núverandi búmerki, havi eg fatað grøna bringuprýðið sum ímynd av oyðimarkargongd. Skuldi eg eina ...

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv...

Ferðast í egnum landi

Nú fingu vit ein skáa heima hjá okkum sjálvum, at ferðast í egnum landi púra turistfrí. Koronan varð tað, sum gjørdi okkum leys av útlendskum ferðafólkum og teirra forstýrilsi eitt bil. Endiliga fingu vit høvið at vitja okkara egna land í teirri ferð og rútmu, sum passar okkum best, øki fyri øki, oyggj fyri oyggj, ein dag í senn, til latið verður upp aftur. Henda góðveðursdag vórðu tað Vágar. Her er mest avmyndaða stað í Føroyum, Múlafossur, í Gásadali, og sum sæst er enn rættuliga rúmsátt at ferðast í egnum landi. Meðan tað fram til aldarskiftið var alt um at gera at fáa onkran úr Havn at stoypa eitt alment betongvesi við neonljósi í hvørjari bygd, sum sjálv helt, at hon hevði nakað at bjóða teim ferðafólkum, sum við bussi komu úr sama metropoli eitt ørstutt bil, hevur ferðavinnan flutt seg munandi hægri upp á tænastustiganum, og er vorðin ein sjálvsagdur partur av mat- og gistingarvinnu. Nú er nakað fráliðið síðan meira human og tænastusinnað vesi vórðu bygd, so tey ...