Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðavinna

Saltfiskur av Bankanum

Eftir at hava verið í Spania í feriu og dyrka bacalao og kjakið um tosk sum søguligt gjaldoyra úr køldu norðurhøvunum gjøgnum tíðirnar, er tað ein lívsleingjandi uppliving av tilvitskuvíðkandi slagnum, aftur at smakka heimligan bankatosk, saltaður hjá PRG í Gøtu og borðreiddur á Barbara Fish House av Norman Savio de Souza úr Goa í India. Eftir Pan-Artic Vison í Norðurlandahúsinum er á innara ljóðsporinum Chansons des mers froides, Sangir úr køldu norðurhøvum, hjá franska Hector Zazou. Borðini eru tøtt og gólvbrettini gnadda og ríkja, sum ert tú umborð á skipi, kanska við Mobbadikki hjá Melville í havsbrúnni. Sjófarandi pallurin er perfektur til fiskamatstovu mitt í gamla býnum, har túnið er ein uppliving at fara um, nú tað myrknar. Fert tú inn á spanskar marknaðir, kanst tú ganga eftir fiskinum, og fáa eitt prát við sølufólkini um fiskileiðir og ein varhuga av mátum at tilgera bacalao, til eitt amerikansk par bráddliga víkir pláss við best umtókta diskin í Mercat de la Boqueria. Vi...

Færri ferðamannaskip í Barcelona

Færri ferðamannaskip í Barcelona. Tað eru greiðu boðini frá José Antonio Donaire Benito, omanfyri, sum eg fríggjadagin hitti á ráðhúsinum, har hann er  kommisserur fyri burðardyggari ferðavinnu í býnum. Ovast á bunkanum eru tøl og frágreiðingar um javnt høga ferðafólkatrýstið í søguliga fleirmilliónabýnum í sólskránni hjá Atlantsflogi, nú summarið fer at lækka og septembur er meir enn hálvrunnin. Nýggjastu uppskotini á skrivstovuni hjá José eru fyrst og fremst at leggja 24 evrur á hvørt ferðafólk umborð á skipi, at færri ferðafólkaskip sleppa til býin, at einki nýtt hotel verður bygt og at dagferðandi frá øðrum støðum, daytrippers, ikki sleppa ótarnað inn í býin. Ferðavinnuligu avbjóðingarnar eru mangar í Barcelona.  Marta Salicrú, til vinstru niðanfyri, ið er kommiserur fyri at fremja katalanskt mál - og hevur skannað føroysku tekstirnar á hesum staði, serliga filmsummælini - er hugtikin av lívliga virkseminum í føroyska máløkinum, og mælir til talgilt málsligt samstarv ...

Millum ferðafólk og altartalvur

Um dagarnar hitti eg amerikansku hjúnini, Neils og Neelie Skoulund Kruse, sum búgva við Foxánna í Cary, Chicago.  Tey vóru við ferðamannaskipinum Azamara, og nú Neils verður 75, hava tey sett sær fyri, fyrstu ferð, at vitja í Føroyum.  Hann er av Kruse ættini úr lítla staðnum Snogebæk, "et fiskerleje", millum Nexø og Dueodde heilt har eysturi á Bornholm.  Fyrsti Kruse, sum kom til Føroya, Jens Jørgen, var hagani og síðani hava nøkur fólk í føroysku ættini tikið Snogebæk sum millumnavn. Fyrstu ferð eg møtti Neils var í januar 2001, tá Edward Fuglø, Unn og eg vitjaðu framsýningina, "Vikings: The North Atlantic Saga", í American Museum of Natural History í New York. Ørindini vóru at skapa eina fatanarrammu um Útnorðurframsýningina "Hunters of the North" , sum hevði føroyska heitið "Veiðimentan í Útnorðuri" og norðurlendska heitið "Fangskultur i Vestnorden". Edward skuldi seta handritið hjá Jóan Pauli Joensen í senu, so framsýningin kund...

Lýsing: Nýtt rúm er í býnum

Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Póllandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak, sum letur upp í næstu viku. Við søguliga handilsnavninum fara tær at skapa eitt nýtt rúm millum Áarvegin og Húsabrúgv, mitt í gomlu Havnini. Í sama nýbygningi, upp at Hafnia og við egnari inngongd frá Áarvegnum, er Kjöt, har kjøtið er frá bóndanum í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í skúla saman við. Matstovuleiðari er Marcus Trier og Beinta á Bøgarði er marknaðarleiðari. Sum navnið greitt bendir á er hon, eins og sangstjørnan úr Hoydølum, Filip á Smið, úr Kaldbak. Stjóri á Hotel Hafnia er Pætur Trónd. Í eina tíð hevur Áarvegurin verið merktur av byggiarbeiði, tungum bilum og høgum kranum. Nú sæst ein fittur partur av úrslitinum, og í næstu viku verður endaligi parturin avdúkaður, har serliga útiparturin, borðreiðing í gjøgnumskygdum glasrúmum, er nýskapandi. Tummasi Justinussen líkt, finnur hann upprunan ti...