Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2018

Amariel í Glostrup

Leygardagin 5. januar klokkan 14 letur Glostrup Kunstforening dyrnar upp fyri framsýning við Amariel Norðoy, sum nú býr í Keypmannahavn. Framsýningin, sum er hin fyrsta av átta hjá felagnum í Glostrup Fritidscenter í komandi ári, er opin til 30. januar. Listafelagið, sum er stovnað í 1952, hevur javnan føroysk listafólk á skránni. Á heimasíðuni hjá Glostrup Kunstforening stendur, at endamálið við felagnum er at "virke til fremme af interessen for kunst. Dette søger foreningen i første række realiseret: a) ved afholdelse af udstillinger, foredrag, studiekredse, kurser, start af kunstcirkler o.I., evt. i samarbejde med andre kulturelle foreninger. b) ved indkøb af kunst for foreningens overskud til bortlodnjng blandt medlemmerne umiddelbart efter den ordinære generalforsamling c) ved at tage initiativet til opbygning af en offentligt samling af kunstværker og tillige virke for udsmykning af egnede offentlige lokaler og pladser indenfor foreningens område. Som me

Bier í blindum

Í nýggja Netflixfilminum Bird Box letur danska Susanne Bier (f.1960) okkum uppliva eina nútíð við eini ræðandi innrás, sum vit aldri síggja. Bara fuglarnir síggja innvasiva fíggindan, sum fær fólk at gera sjálvmorð. Loysnin er at ganga í blindum, tað er at hava bind fyri eyguni. Ein nøtrisøga, sum minnir um War of the Worlds hjá H.G.Wells frá síðst í 1800-talinum, Invasion of the Bodysnatchers frá fimmtiárunum, og mordarasøgurnar hjá Agathu Christie, har fleiri og fleiri fella frá, og uppgávan er at gita, hvør er fíggindin. Bird Box er í tveimum løgum, fimm mánaðir undan, og so nú, tá Sandra Bullock flýggjar í blindum í báti við børnunum boy og girl . Og so er spoiler alert , ávaring um, at avdúkað verður, hvat hendir, um tú ætlar tær at síggja undirhaldandi nøtrisøguna heima í stovuni: Mest áhugaverda í Bird Box er, at saman við jarðarmóðirin, vit sóu í byrjanini, enda øll tey yvirlivandi, sum enn hava sjónina, á einum amerikanskum blindaskúla. Tað næstmest áhugaverda í øllum fi

Eftir jólaseyði á Mannaskarði

Stytsta dag eru vit eftir jólaseyði við Mannaskarð. Soleiðis er heitið á gøtuni við Námskjallaran, sum yvir av Akstovuni fer oman av Hoyvíksvegnum millum Mentamálaráðið og heilsøluna hjá Poul Michelsen. Mannaskarð, á sløttum og mest sum mitt í Havn. - Her eru tey, sigur starvsfelagin, Sigfríður, um tey bæði árligu sundurlimaðu jólakrovini, sum hann hevði við av Eiði í morgun. - Tvey veðurlomb, lembd í Kollinum. Hava annars gingið í Svínabotnum, sum eru tveir, og við Foldarskarð fyri Norðan, sigur Sigfríður, meðan posarnir skifta bagasjurúm í bilunum, hansara og mínum við gøtuna Mannaskarð. Tilsamans tveyogfjøruti kilo. Á Føroyakortinum niðanfyri, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám í 2014, er klipt frá Eiðisflógva til Djúpini. Kollurin sæst til vinstru, og mitt fyri í kortklippinum, norðanfyri Slættaratind og Bláberg, síggjast Svínabotnur undir Mansseturi, og Foldarskarð, millum Gráfelli og Sandfelli. Reyðu strikurnar eru kommunumørk.

Bestu útlendsku filmar at fáa Oscar

Í dag er kunngjørt hvørjir teir níggju filmarnir eru, sum enn eru við í kappingini um at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Teirra millum er komandi filmurin í Filmsfelagnum, hin svart-hvíti ”Cold War”, sum pólski Pawel Pawlikowski hevur leikstjórnað. Hann hevur áður gjørt svart-hvíta nunnufilmin ”Ida”, ið vann somu Oscarvirðisløn í 2015. Fyri nýggja filmin ”Cold War” vann Pawlikowski virðisløn sum besti leikstjóri í Cannes í ár og allar fimm tær fremstu virðislønirnar frá European Film Awards. Felagsskapurin hevur latið virðislønirnar í 31 ár, og í ár varð handanin í Sevilla í Spania leygardagin. Millum filmarnar, sum enn eru í kappingini at fáa ta mest umrøddu Oscarvirðislønina uttanfyri enskttalandi heimin, er japanski ”Shoplifters” hjá Hirokazu Koreeda. Í Cannes varð filmurin kosin hin besti í ár. Filmsfelagið vísti japanska ”Shoplifters” 24. oktober. Mest umrøddur, og tí helst favorittur at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski spælifilmur, er svart-

Jólanýtt á Netflix

Svart og hvítt, stroymt av Netflix og innar í jólastovuna við persónligum uppvakstrarsøgum úr býlinginum Roma í Meksikobýi í sjeytiárunum, er tað besta á altjóða biografløriftinum í ár. Tað eru mest lisnu filmsummælarar samdir um, eins og dómsnevndini í Venezia, har tey hava elstu filmstevnuna í heiminum og góvu filminum Gyltu Leyvuna, samstundis sum tey í Cannes bannaðu alla stroyming frá Netflix niður og norður, so leingi tey ikki gera film til gamalkenda biografin, har vit síggja hann í felag, filmin. Tí røðir eru ídnaður og filmur er poesiur, sum Thierry Frémaux, filmstevnustjóri í Cannes, segði í summar. Men at stroymarin Netflix kann taka stig til annað enn tannleysar undirhaldsrøðir er komið óvart á mong. Greitt er, at samstundis sum árliga Oscarhandanin er um at missa takið á hyggjarum og lýsarum, vinnur Netflix seg inn á biografmarknaðin við egnum framleiðslum. Amazonbókahandilin gjørdi tað eisini við yrkjarafilminum Paterson , har Ron Pagett, sum var á Listaste

29 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina - Størsti áhugi nakrantíð

Í gjár, mánadagin 3. desember á midnátt, var freistin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019. Í tíðindaskrivi í dag sigur Norðurlandahúsið, at inn komu fráboðanir um 29 føroyskar stuttfilmar, sum á sjeynda sinni fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. - Stuttfilmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur fyri handilsligt virksemi, siga fyrireikararnir. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, tá Geytin verður givin. Tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk. Tað er BankNordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt øll árini. Tórshavnar kommuna hevur í sama tíðarskeið latið Áskoðaravirðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum

Bach í kertujósi í Kirkjubø

Hóskvøldið 6. desember verður aftur í ár  konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Hon er elsta kirkjan , sum er í brúki, upplýsur heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Undir heitinum  Bach í kertuljósi í Kirkjubø verður tónleikurin framførdur so at siga í myrkri. Fyrireikararnir siga, at tónleikararnir fara at spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara. - Hesaferð er unga songkvinnan av Sandi, Birita Poulsen, gestur okkara. Hon búleikast dagliga í Berlin, har ið hon lesur á Hanns Eisler tónlistarskúlanum, sigur gittarleikarin Ólavur Jakobsen, sum verður frásøgumaður. Saman við Jens Chr. Guttesen, ið spælir á sello, skipar Ólavur fyri konsertini, har Jón Festirstein og Monika Stauss spæla á violin og Jona Jacobsen á viola. Myndina av teimum tók eg á Bachkonsertini í Ólavskirkjuni í fjør. Partar av framførsluni eru aftur í ár