Skip to main content

Posts

Showing posts with the label sjúka

Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er

The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911) Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams. Til ber eisini at byrja dagin við at syngja morgunsang í felag, hvør sær, at lesa floygdu prædikuna hjá bispi á VP, fáa innlit í sunnudagsskúlavirksemi í Hebron, og um kvøldið at tendra fyri einum bryggjaríi, sum hevur kollektiva ølsmakking við einum undirhaldandi fólkatigslimi. Heimabundna kreppan hevur skapt úttrykk, sum helst altíð hava verið har, men sum flestu okkara aldri hava varnast, í hvussu er ikki...

Vitramannatos av Viralienburg

Dagin fyri Fjúrtanda hevur Virgar Vitri av Viralienburg gjørt støðuna upp í Tjóðveldisførjum. Hoydalsslektin er við Høgna dottin níður á lægsta pláss, og er nú í so stórum niðurflytingarvanda, at allar veddingarfyritøkur á Ørslevleiðini nokta at handla, vísa til Faxe Ladeplads og minna á at tíðin við Olsen Banden er farin. Men á ovastu rók stendur undirritaði við sjey stigum, eitt stig framman fyri Rana Nolsøe, fyri at orkestrera Tjóðveldisførjar á heimavødli. Okkum báðum sigursvissu á baki koma Jörgin Árnason Við Úlvsá, Kristina Háfoss og Jonhard Mikkelsen hvør við sínum fýra stigum. Á einum tvídeildum triðja plássi standa Tróndur í Gøtu og Carl Jóhan Jensen, við trimum Virgarseinglum í hendi. Erlendur, Sirið og Balle fáa tvey stig, og á niðasta plássi, sum nú - sambært virgarskum vitramannatosi er rætta plássið fyri Høgna Hoydal við bara einum stigi - eru eisini Che Guevara, Papmaché, Djengis Khan, Magni Arge og Árni Dahl. Soleiðis er støðan upp undir fjúrtandakappingina, sum nú v...