Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skip

Mitt í havsins hjarta

Myndina omanfyri tók Magni Arge mikudagin úr køksvindeyganum í Borgartúni á Argjum. Hon sýnir Norwegian Star , sum henda dag steðgar frá níggju til sekstan, tí hon er á ellivu daga cruise ferð úr Tromsø til Reykjavíkar.  Í baksýni er norska kongaskipið Norge , sum kom higar sunnudagin við drotningini Sonju umborð. Hon arbeiðir við list, umsitur Queen Sonja Print Award og hevur fyrr verið her í privatum ørindum at síggja føroyskan grafikk.   Norge liggur á Havnini til í morgin. Hóast ferðamannaskipini eru mong og stór, til vinstru Bolette , til høgru Seven Seas Splendor og fremst fyri hin skúmandi Smyril , so er langt síðan at eg havi sæð tað, sum vit fyrr róptu innrás av ferðafólki í Havnargøtum.  Gamaní liggja korona og samfelagsligur niðurstongsil í allari verðini ímillum.  Ein útlendingur, sum eg gekk við í gomlu Havnini í síðstu viku, helt fyri, at her var einki ferðafólk at síggja.  - Tað hevði eg ikki væntað, segði hon, sum kom úr Íslandi og kendi til fe...

Bankatoskur á høgum stigi

Jógvan Steingrím Rasmussen, høvuðskokkur, er fremstur í liðnum í køkinum í Áarstovu, nú borðreitt verður við bankatoski. Hinir á køksliðnum eru frá vinstru Hjalmar, Jónas og Magni. - Uttan teir, matstovuleiðaran John, tænararnar og hesar fantastisku karmar, sum søguligu húsini eru, bar hetta ikki til, tí hetta er eitt felags avrik, sigur Jógvan, sum í fjør flutti heim úr Danmark, har hann hevði egna matstovu. Eg kenni hann sum Stóra Jógvan, tí hann er uppvaksin í Tórsbyrgi, har ein annar Jógvan er, okkara Lítli Jógvan, kallaður. Um aldarskiftið skrivaði mamman, Valborg, saman við Sigrid Dalsgarð, bókina Maturin , sum Skúlabókagrunnurin gav út, beint eftir at tey eisini høvdu givið út Grønu og Reyðu Døgurðabókina hjá Mariu Vilhelm úr Vestmanna. Nú er aftur toskur á Bankanum. Tað vóru tíðindini í vikuni, eftir at havrannsóknarskipið Jákup Sverri var komið aftur av Føroyabanka.  - Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir ný...

Eina viku til havs fyri 1,3 mió

Ein av tveyhundrað og ellivu játtum á listanum hjá The Yacht Company í Monte-Carlo í Monako er Drumbeat, sum liggur við Eystaru bryggju í Havn.  Fyri ein grundprís, sum er 175.000,00 evrur, tað eru 1.3031,20 krónur, kanst tú sláa trummu á dekkinum í eina viku, men so er liðugt. Vikuna kanst tí deila við tíggju vinfólk, so tit tilsamans eru ellivu. Kahúttirnar eru fimm og manningin telur tíggju. Eftir at hava siglt um Atlantshav í tólv dagar og níggju tímar úr niðurlendska Sint Maarten í Leewardoyggjum har norðuri í Smærru Antillum, kom Drumbeat á Havnina hóskvøldið. Sambært Vesselfinder hevði játtin verið í Barbuda og Antigua frammanundan. Drumbeat sæst oftast í Miðjarðarhavinum, men umframt Føroyar siglir hon til so eksotisk støð sum sjórænaraoynna Pitcairn í Suðurkyrrahavinum millum Avstralia og Suðuramerika, har manningin á Bounty lívbjargaði sær í 1790, og Tonglatummas las um í gamla Útvarpinum, sum var tað Kurosawa í dolby stereo. Drumbeat er skrásett í George Town á Caymanoyg...

Einki kríggj við havnakantin í Runavík

Ein hin mest aktiva kommunan í landinum, Runavíkar kommuna, boðar nú frá, at hon heldur fram at avgreiða russisk skip og áhugamál sum fyrr, og sum um kríggið í Ukraina og staðfestu russisku krígsbrotsgerðirnar har eru aldri hendar, ella eru uttan týdning fyri føroysk vinnumál.  Kommunan upplýsur , at: "Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum. Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977." Kommunan, sum í dag er ein langur kaikantur, rættvísger framhaldandi samstarvið við krígstjóðina Russland við hesum orðum: ”Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðn...

Aftur til borðs

Koronastongsul og munnbind eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin, tartelettir, og hvussu tær skulu serverast. Meðan morgunsjónvarpið í sama landi bjóðar mær eftirgjørda steik úr skordýrum, tí dýr skulu ikki nemast, sleppa vit í biograf at síggja norðuritalskar trøflusavnarar heinta soppar í The Truffle Hunters of Piemonte í fullari spælifilmslongd.  Og her siti eg í Barbara Fish House við góðum vinum og gleði meg til bankatosk. Matur er aftur á skránni.  Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 181...