Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tónleikur

Gud gev mær tín frið

Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag úr ljóði. At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna sjónleikarapallinum. Sjálvandi veldst alt um resonansin eftir upplivingarparametrunum hjá Hartmut Rosa, sum eg havi nevnt áður, og hvussu tú tekur hansara sosiologisku krosskipan til tín í eini roynd at skapa meining, ið gevur resonans júst í tíni tilveru. Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin. Tað er annan vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt bil, í ...

Sálmar við styrki

Eitt leygarkvøld í mars fara tey í PraiseHim at seta føroyska Hall Joensen og norska bólkin Salmer på Pøbb á skránna í Lívdini. Yvirskriftin er: Tvær konsertir. Eitt atgongumerki. Fyrireikararnir siga, at hetta kvøldið í mars verða sálmar í sentrum. Hallur byrjar við countrysálmum og -sangum klokkan sjey, og klokkan hálvgum tíggju fara Salmer på Pøbb á pallin við sálmum í rock-, blues- og gospel-búnað. Men hvat er tað fyri nakað, Salmer på Pøbb? Við meira enn fjøruti útseldum konsertum hevur bólkurin við sjáldsama navninum, Salmer på Pøbb, bergtikið áskoðarar kring alt Noreg. Nú kemur konseptið til Føroya við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi. Eg havi tosað við Thor-Erik Fjellvang, sum saman við Lewi Bergrud er leiðari í bólkinum Salmer på Pøbb um bólkin ella konseptið. Til gerandis arbeiðir Thor-Erik hjá Kirkelig Kulturverksted, sum við hópin av útgávum fylla nógv í mínum tónleikasavni....

Queen of Gothic undir Tunglifjalli

Tungl er heitið á nýggju plátuni hjá Eivør, nú hon er flutt heim til Føroya, og saman við manninum, Trónda Bogasyni, býr á Velbastað, ikki langt frá Tunglifjalli, hóast felagið hjá Eivør er og verður í Syðrugøtu, forsikra tey meg um. Tungl er e in pláta merkt av heimkomuni , sigur tíðindaskrivið undan konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld, sum verður aftur í morgin, tá útselt er. Konsertin verður filmað og hópin av útlendskum fjepparum, ja die hard fans, sum eg eisini sá í Manchester í fjør , eru fremst fyri við pallin. Júst hetta er fyrsta avvápnandi fyribrigdið, ið ger teg treytaleyst ovfarnan. Hvussu nógv elska Eivør og hennara gotiska univers við meistarligum ljósi, sum síggja vit djúpt inn í ein miðaldarligan kirkjuvegg á pallinum, sjálvt um hann er flatur, meðan hennara presisu og skjótt skiftandi tónar og ljóð við kraft, sum ikki bara er sangur, men nakað sum lokk, tá neyt verða kallaði saman á norðurkollinum, og inuit trummudansurin kallar andar saman inni undir loftinum...

Bossanova í Lívdini

Heystið er komið og Lívdin spílar seg aftur út við spennandi fagnaðarkonsertum í teim bestu kørmum, sum Jens Kristian og PraiseHim kunnu bjóða. Úti er vindur og inni er Ichtus, sum fyri fullum húsum førir okkum aftur í fýrsini undir fermu leiðslu Jákups, til Rúni Højgaard tekur yvir og navnkennir øll so hvørt. Gott og stramt sett við framúr sangarum, men eisini tónleikarum, ið yvirhála Mezzoforte, tá teir sleppa leysir. Í eini tíð við útlendskum copy bands á størstu pallum, skapa heimligu Økistónar autentiskar intimkonsertir úti um landið, sum í Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík, har Ragnhild setur Daniu og Bartal á skránna í næsta mánað, við tapas úr grannakaféini. Tað er á heysti, at tænastusinnið skal bjóðast og roynast. Og lukkutíð hækkar og víðkast mentanar- og upplivingarkarmurin hvørt ár á flestu støðum hesa ársins tíð, nú ferðasummarið er av. Ikki tí. Bara í dag hevur Atlantsflog fimm flogfør úr Keypmannahavn og eitt úr Oslo. Hóast heystið er yvir okkum, hevur summarið ikki sl...

Pan-ArcticVision - ein útpurring

Undir heitinum Make North Great Again var finala í ofta punk og tó eisini etniskt folk merktu sangkappingini Pan-ArcticVision í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.  Amund Sjølie Sveen úr Vadsø í Finnmørkini er upphavsmaður undir heitinum Nordting, sum í einum ertandi karmi um fólkafundir loftar upprunatankanum um fólksligu norrønu feløgini fyri hundrað árum síðan, og gevur teimum hvassan kant og eina tiltrongda provokerandi dagføring, sum kann verða kynspolitisk, og bráddliga bjóða einum palestina á pallin, og til sofaprát um forvístar minnilutar, eftir at ein eksilrussi úr Murmansk, Roman Gladyshev, sum nú býr í Fraklandi, hevði framført egna villa sangin "Home", ið eg greitt merki, at hann við lív og sál gongur inn fyri og tí kemur langt út um pallin og allar kantar, har eru. Umframt eksilrussan dámdi mær serstakliga væl Annie Bartholomew og Kat Moore úr Juneau, sum við akustiskum bluegrasstónleiki úr fjøllunum í Alaska fingu OY at liva við, tá afterparty var seinni um kvøld...

Opinbering í torninum

Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day. Leikarar eru teir fimm konservatoriuútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum maktfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda, menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan uppi í klokkutorninum, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og barnsins umbosmaður á palli, Clopin. Ein samansjóðaður bólkur, sum lýtalesur í sangi, tóna og leiki alla tað drúgvu tíðina, sangleikurin vardi, kundi leverað pitch perfect í akrobatiskum og komiskum rørslum, og ganga inn og út um gluggan, sum børnini syngja, framhaldandi og óbrotið, og spæla uppá rullandi ljóðføri frá marimba og klaver til kontrabass og gittar, sum bráddli...