At vinda stórar og nýskapandi visiónir úr gamla útvarpsmiðilinum, og gera orð til myndir, er tann rami gandur hjá okkum lurtarum. Hvørki meir ella minni. Tað dugir Gunnar Nolsøe, og tað hevur hann enn einaferð prógvað við arkitektonisku stuttrøðini "Meiri enn tak yvir høvdið", sum nú er komin í helvt. Ikki tí, Uni Arge hevur eisini nýliga gjørt eins drúgvu røðina "Oyggjar undir trýsti", sum var áhugaverd. Og tað er ikki sum at siga tað, at gera lurtaravendar sendingar, sum tær hjá Gunnari, ið her verður umrødd, har vit sum nakað heilt nýtt kenna okkum sum borin á lógvum og fáa nýggjar tankar um tað, at seta búgv, ið altíð hevur verið og ivaleyst enn er lívsendamálið hjá øllum borgarligum pørum og teimum, sum byggja. So brúka vit restina av lívinum at betala fyri tað. Tað ger búreising, sum orðabókin kallar tað at byggja sær hús, til nakað heilt serligt, fyri ikki at siga lívsbroytandi. At rinda fyri bústað man vera millum fremstu føroysku privatbúskaparligu ...