Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2008

Hamari Tórs til gávus

Í dag fekk Anna Malena Niclasen, skrivstovufólk á Býarbókasavninum í 25 ár, eina sjáldsama vakra brosju frá Tórshavnar kommunu. Brosjan ímyndar hamara Tórs, Tórshamar, sum er býarmerkið hjá Havnini. Tað er listamaðurin og floksfelagin í Hoydølum, Anker Eli Petersen, ið hevur gjørt elegantu brosjuna. Meðan eg gekk í studentaskúla í Hoydølum og á læraraskúla á Frælsinum, setti eg bøkur á pláss í Býarbókasavninum. Tað var mangan stuttligt. Ikki minst at skifta orð um mest læntu bøkurnar tá og nú. Tá vóru nøvn sum hin rættuliga gamaldags J. Bech Nygaard, ið er fulkomuliga horvin í dag, eins og spenningssøgurnar hjá Alistair McClean. Men Ken Follet, sum var nógv læntur tá, er enn millum mest læntu bøkur í Havn, vildu bókavørðir og skrivstovufólk vera við henda hugnaliga morgun á ovastu hædd í Býarbókasavninum, har sum Barnabókasavnið heldur til. Kartni Ravnsfjall, mín vinmaður heilt frá tíðini í Hoydølum, er einasti hani í bókareiðrinum. (Myndir: Birgir Kruse)

Komin á pláss

So eri eg komin á pláss og kann bretta mær á í egnari skrivstovu við býarinnar besta útsýni. Í øðrum grannakontórinum sita Hanna Simonsen og Katrin Ellingsgaard og í hinum grannakontórinum situr Elin Wang, HR mennari. Katrin Ellingsgaard, sum eg gekk í flokki saman við á Føroya læraraskúla, tók myndina. Málningarnar báðar eigur Kári Svensson. Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini, og sum hevur skrivstovu á somu hædd, hevur valt teir kveikjandi málningarnar.

Útsýnið á Vaglinum

Útsýnið og umhvørvið hevur nógv at siga. Bæði heima og til arbeiðis. Her er útsýnið á mínum arbeiðsplássið. Mitt í býnum. Ja, á Vaglinum. Eg flyti beint nú úr kontórinum, ið hevur útsýnið mót kioskini hjá Astu, hon sæst í túninum á ovastu myndini, og inn í kontórið á hinari síðuna á loftinum í Stjórnarbygninginum hjá Tórshavnar kommunu, har útsýnið er móti Boysensgarði, Gamla Bókahandli og oman í Vágsbotn og smábátahavnina við Skálatrøð. Tað eru tær báðar niðru myndirnar. Deildin er mentamáladeildin. Tí er frámerkið, the Tag, "mentan"(Myndir: Birgir Kruse)

Í øvutari raðfylgju

Ovast síggjast Kristina Bærentsen og Hallur Joensen, síðani síggjast Ólavur Øster, Daniel Nielsen og Petur Hermansen (Myndir: Álvur Haraldsen) Kontrikonsert var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Konsertin var í trimum, fyrst Hallur Joensen, síðani Rannvá Vesturklett og at enda Ragnar í Vík. Øll trý høvdu nógv og gott fylgispæl, kórsangarar eisini. Mest sjáldsama var ungi Daniel Nielsen, sum undir hatti streyk eini hillbillyfiól alla konsertina á tamp. Ein frálík pallseting. Hinumegin í ljóðmyndini var Jóhan Petur Hansen á mandolin og aftastur í ljóðmyndini Pauli Magnussen á kontrabass. Fremst fyri í fyrsta parti, saman við Halli, var hin undurbara kórrøddin hjá Kristinu Bærentsen. Hetta var byrjunaruppstillingin. Framhaldandi kundi hetta verið karmurin um eina perfekta kontrikonsert, eitt hoedown við nýslignum grasi, sum í Grand Ole Opry í Nashville. Men eftir nakrar heilt fáar sangir smildraðu trummurnar ljóðmyndina. Kontrabassurin hjá Paula hevði kunna borið allan ljóðbotnin

Hoedown í Norðurlandahúsinum

Ovast signerar Ragnar í Vík fløgu til Hera Dam. Enn fegnari var Hallur Joensen, sum seldi og signeraði hópin av fløgum. Aftanfyri er dótturin (Myndir: Birgir Kruse) Leygarkvøldið fegnaðust mong um at kontritónleikur varð sloppin inn í Norðurlandahúsið. Eitt statement , tey settu ájavnt við almennan mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim ráðandi í Havn. - Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði Oddbjørn úr Klaksvík so hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole Opry. Okay, um tað gekst so væl, kunnu tit lesa um í Sosialinum, har eitt ummæli verður undir yvirksriftini "Í øvutari raðfylgju". Men eitt er vist. Bluegrass tónleikur hevur fingið fastatøkur á mongum føroyingum. Og samstundis eiga tey evnini at spæla bluegrass, ein praktfull tónleikagrein, ið onkur kallar hvítan hesta jazz . Enjoy, og lurtið eftir bluegrass. Ikki bara The Isaacs, men eisini Alison Krauss og The Cox Family. Og so ein lítil perla: farið á You

Havnarkvinnur um Havnarmenn

Katrin Ottarsdóttir og Jóannis Nielsen kjakast í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir frumsýningina av “Ein regla um dagin má vera nokk”, ið er um Tórodd Poulsen. Næsti filmur hennara verður um Jóannis Nielsen (Myndin: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið varð filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir “Ein regla um dagin má vera nokk” frumsýndur á stevnu í Norðurlandahúsinum. Filmurin lýsir Tórodd Poulsen og hansara skaldskap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Eins og klassikarin “Regin útiseti” frá 1986, lýsir filmurin ein føroying í útlegd. Málið hevur hann við sær, hin útilagni. Ímeðan er ymist hent. Regin stetlar illgondur í túninum og Tórddur kenst á ein líknandi hátt skerdur í útlegdini. Hetta gevur eina spennandi inngongd til tað, ið er millum reglurnar hjá Tóroddi. Eins og tær fáu reglurnar, eru útsagnirnar hjá Tóroddi one liners . Sniðfundiga avbjóðandi, men eisini ertandi. Og so brýtur Tóroddur seg sjálvan av. Nú er ikki meir at siga. Tað er bara so. Hetta gjørdi filmin behagiliga hugvekjan

Rætt mær gittarin, pápi!

Gott at hava ein hjálpandi pápa. Ragnar, stjørnan í Talent 2008, biður pápan Finn Hansen, rætta sær gittaran eftir at strongurin er slitnaður í Margarinfabrikkin í dag. Niðri undir er Ragnar saman við gittarleikaranum og trummusláaranum, ein power trio, og niðast saman við øllum vinmonnunum kring lokala punkbólkin í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Sjálvdan havi eg møtt einum sovorðnum ljóðtrysti og eini sovorðnari tryggari spæligleði sum á Marganfabrikkini í dag. Ragnar Finnson og tveir vinmenn spældu punk, sum var tað ikki bara Green Day, men beinleiðis The Who í 60'unum. Live at Leeds, til dømis. A Timewarp. Allir tríggir framúr beinraknir og málrættaðir á palli. Kanska serliga gittarleikarin, sum spældi og førdi seg fram, sum var tað sjálvur Pete Townshend og ikki bara hansara straight gittarspæl, men eisini hansara rørslur við stórsvingandi gittararmi og sjáldsama dynamiskum pallspæli. Eisini á knøunum, akandi fram til kantin. Eg sigi sum Landauer, tá hann fyrstu ferð sá Spr

Megin í listini

Inger Smærup Sørensen signerar bókina "Livandi list" í bókasøluni Rit og Rák í SMS í dag. Niðast sæst málningurin á bls. 175 (Myndir: Birgir Kruse) Myndlist er ein blómandi listagrein. Soleiðis hevur leingi verið. Í hvussu er síðani Niels Kruse og teir fóru at mála fyri hundrað árum síðani. Men virðingin fyri listini, samstarvið millum útinnandi listafólk, stuðlar og fyriskiparar hevur ikki altíð verið gott. Brøðurnir Torbjørn og Hans Pauli Olsen tykjast órørdir av hesum rákum, íðum og rembingum. Í nýkomnu bókini Livandi list nemur høvundurin, ið er listfrøðingur, við henda veruleika á blaðsíðu 174. Hetta er júst í sambandi við Torbjørn Olsen og list hansara. Og guðsdoy sum eg eri samdur við henni. Serliga tá hon, við støði í málningin Torbjørns, peikar á megina í einum málningi. Styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin er eisini í tí tóma rúminum, su

Fría orðið sett til sølu

Fert tú á kjakstaðin www.kjak.fo kanst tú lesa hesi boðini: "Tíðverri er forumið niðri í løtuni. Vinarliga royn aftur seinni." Kjakstaðurin er settur til sølu. Við eddum og øllum (Búmerki) ”Tá Dimmalætting fyrr í ár keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, fylgdi ein heimasíða við í keypinum, sum ikki passaði inn í virksemi okkara…” Dimma 10. oktober 2008 So er tað sagt. Tí soleiðis byrjar oddagreinin í nýggjastu Dimmu. Og so kann lesast ein drúgv og samansett frágreiðing um, hví Dimma ikki hevur megnað at hildið hús á http://www.kjak.fo/ . Samstundis verður lesarin vissaður um at øll redaksjonell sjónarmið, líka síðani fronsku kollveltingina, hava og støðug verða hildin á Dimmu. Okay, hevur tú áhuga í rigor mortis, so er hetta spennandi lesnaður. Men mest áhugavert haldi eg tað vera, at Dimma í ónevndu oddagreinini sær fyri sær førleikan sjálv at stýra tí, ið hendir á netinum. At seta dagsordanin í cyberspace. Ein sjáldsama avbjóðandi anakronisma. Greitt er, at gamla Dimma er

Sensur á netið?

Ovast er meginnervalagið í føroyska kunningarsamfelagnum, FarIce, Cantat og Shefa sambandið, kortlagt. Jákup Nielsen, FT Net, vísir okkum teir nýggju tunnu og teir tjúkku gomlu kaðalarnar, sum FT Net umsitur inn og út úr Føroyum. Vilja politikarar sensur, so er lætt at kvetta. Niðast síggjast gamlar telefonir. Mittasta er elsta telefonin í Føroyum (Mynd: Birgir Kruse) Okkara land er undarligt. Í sjeynda flokki undirvísti eg onkuntíð í landalæru. Har eru menningar- og ídnaðarlond kravd evni at undirvísa í. Tá plagar eitt ljóst høvd í flokkinum at spyrja: ”Jamen, um eitt land, sum bara livir av einari vøru – kopar, kakao ella bananum – er eitt menningarland, so eru Føroyar eitt soviritt. Tí vit liva bara av fiski!”. So sigur eitt annað ljóst høvd í sjeynda: ”Jamen, vit hava eina rúgvu at telefonum, bilum og læknum fyri hvørji túsund fólk, so vit eru avgjørt eitt ídnaðarland!” Tað er landalæra, vit ganga í sjeynda og vit lesa í bókini ”Heimurin er av lagi”. Jú, so er. Í teldutættas

Síðstu offrini hjá Anwar Sadat

Ovast eru kappingarneytarnir og verturin avmyndaðir við Kringvarpstrappuna í Sorturdíki. Niðast er Meinhard í holt við at svara fyrsta skipaspurninginum (Myndir: Ove Olsen og Birgir Kruse) Í spennandi spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe taptu vit báðir, Meinhard Jensen og eg. Sjiit. Men vit vunnu so annað plássið í áttindapartsfinaluni. Tað høvdu vit sett okkum fyri. Men at vit skuldu falla sum offur fyri Anwari Sadat, tað var heldur óvæntað. Sorry, Meinhard. Minnið kann spæla okkum øllum eitt puss. Men hvat, tá vit lesa Sálmistin sigur hann at “túsund ár í eygum Tínum eru sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.” Tá alt kemur til alt, er bara poesiurin eftir.

Mosavaksin minni

Rustaður konteynari við Áir (Mynd: Birgir Kruse) Hyggið væl at hesi myndini. Hetta er ein partur av Føroya søgu, sum nýliga er gloppin okkum av hondum. Norðuri við Áir er niðurlagda hvalastøðin. Niðri við støðna er dráttur, har stórhvalir vórðu drignir í land og skornir upp. Dygst við dráttin stendur ein rustaður konteynari. Og hyggið nú væl. Á mosavaksna botninum í buglaðu rustbingjuni liggur ein akvavittkassi frá Kattrup. Yes, ein kassi frá Veru. Á botninum í einum rustaðum konteynara á eini afturlatnari hvalastøð. Kunnu viðurskfitini blíva fornari? Við alfaraveg liggur hetta stilltalandi vitni um nýlidna føroyska tíð og tilveru. Ja, Veru, sum var eitt úrslit av forboðum og almennum tvørleikum. Eins og føroyska ullin hjá Guðrun & Guðrun. Eins og Rapport hjá Statoil á Argjum. Eins og...ja, tú hevur fangað poengið.