At ferðast er ein av bestu mátum, sjálvur, at uppliva nýggjar veruleikar í einum polariseraðum heimi. Fyri trimum árum síðan var ferðamálið Krakow . Ein søguríkur býur, fyrst og fremst tí hann er so nær ukrainska markinum, at vit, mitt í Evropa, verða mint á aktuellu russisku dreparamaskinuna, og í túninum kunnu seta andlit á flóttar og tær avleiðingar, kríggj hevur. Eftir lítlari løtu kanst tú vitja týningarleguna Auschwitz , sum enn er eitt varðveitt og skilmarkandi hugtak millum gerð og ógerð í okkara tíð. Í pólska miðbýnum er ein framsýning, har sagt verður um býarrúmið, at tað er borgarin sjálvur, sum definerar. - So hvussu framtíðar Krakow fer at síggja út, er fyrst og fremst upp til okkum sjálvi, býarinnar børn, at gera av. Frammanfyri ójøvnu tornini á Mariukirkjuni er torgið, har fólk úr øllum mentanum savnast. Fremst í tíðindunum hetta vikuskiftið hevur ein ungur póllendingur verið. Hann hevur skotið frá hond, fyrst alt húskið heima og síðan tilvildarlig fólk í ...