Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Nám

Nýggjasta Trapbókin fær góð ummæli

Undir yvirskriftini Fuldendt værk i enhver forstand , hevur Egon Kjøller, journalistur á Nordjyske Stiftstidende í Aalborg, seksstjørnað toppummæli av nýggjastu Trapbókini um Føroyar, sum er eitt av 36 bindum í nýggjastu røðini, teirri sættu, sum ikki bara er um Danmark, men eisini Føroyar og Grønland, í báðum førum við nýteknaðum landakorti, faldaðum og løgdum inn í bakpermuna, akkurát sum fyrr. Ummælarin er mest upptikin av partinum um Klaksvíksstríðið, sum Hans Andrias Sølvará hevur skrivað: ”Hvor stærke kræfter, der er på spil, får man et levende indtryk af i bogens kapitel om konflikten i Klaksvik 1952-56, det tætteste Danmark har været på borgerkrig i nyere tid. Det var grundlæggende en strid mellem den politiske og den økonomiske hovedstad, mellem fiskerne og byens matador, og mellem Danmark og Færøerne. 70 pct. af beboerne havde stemt for selvstændighed i 1946,” skrivar Egon Kjøller. Bókin, sum telur 330 síður og 71 fólk hava skrivað, kom út á donskum fyri jól, men kemur eisini...

Sterkur vinnarafilmur úr Klaksvík

Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll. Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist. Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur. Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ” Neisøgni til vælvildu” , gjørdist vinnarin í ár.  Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðisløn...

Heimlig viðurskifti í undirvísingini

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “ Sjófeingi ”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni. Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til. - Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun. Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla...

List í móðurmálsbókum

Ein rúgva av bókum eru komnar út í Námi í ár, serliga í rokning, men nú eisini í føroyskum við bókarøðini Nem, har tilsamans tólv bøkur eru komnar út, nú tann røðin er komin á mál. Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi. Bókarøðin Nem, sum er til miðdeild í fólkaskúlanum, tað er 3.-6. flokkur, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum. Røðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti.  - Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið. - Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar. Gunvá og Marjun hava verið í pe...

Hvar er Anna Frank?

Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.  Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.  Filmurin er hin fyrsti, sum  Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.  Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd. Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.  Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og t...

Evropa á føroyskum

Nám heldur fram at definera heimin á føroyskum. Hesu ferð er tað Evropa, ið er sett á eitt laminerað veggjakort, klárt at hanga á veggin.  Sólbjørg Lindenskov Magnussen hevur avmyndað Álv Danielsen á goymsluni hjá Bókamiðsøluni, sum selur allar útgávur hjá Námi. Álvur stendur á plattinum, sum júst er komin við bretska flutningsfelagnum, Davies Turner Ltd, frá forlagnum Harper Collins í Glasgow.  Fyrr hevur Nám gjørt eitt politiskt heimskort við øllum heimsins londum, klárt at seta á veggin. Eins og hesi bæði veggjakortini, er eisini Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði til Atlasið í 2014, laminerað og hóskandi at tekna og strika á, til dømis um ein barnagarður ella skúli skal á útferð. Tá ber til at hava Føroyakortið liggjandi á borðinum sum dúk og skriva á tað við hóskandi tusjpenni, sum so kann turkast av kortinum aftur. Nýggja evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn....

Nú er danskt staðfest sum fremmandamál

Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag . Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.  Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.  Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgj...

Próvføst myndlist

Eftir at Helgi Fossadal, sum umsitur BankNordik savnið við føroyskum málningum, hevði verið á vitjan í Próvstovuni, er rúmið nú sum ein representativur listaskáli. Tað vitna myndirnar, sum Ása Hansen, ið er próvtøkufyrisitari, tók, um. Omanfyri sæst málningurin, sum í mínum eygum er hin mest spennandi, og knýtir hvíta skrivstovurúmið saman í visuellum vitaliteti, ið greitt bendir aftur á Kobra-bólkin hjá Asger Jorn og teimum. Bent Restorff (1922-1979) er aktuelli listamaðurin. Heitið á málninginum er skrivað á rammuna aftanfyri: "Parti af en strandklippe", upprunaliga virðið er sett til 3500 krónur og innrammingin hevur kostað 230 krónur. Soleiðis varð alt noterað við blýanti fyrr í tíðini. Málningurin stavar frá 1977. Men hvussu fært tú málningar at svinga og syngja í óruddiligum visuellum skrivstovulandslagi? Tað er uppgávan, sum Helgi hevur átikið sær at loysa fyri savnið hjá BankNordik, við tí úrvali og í teim rammum, sum eru. Visuelli larmurin er avbjóðingin. Hvat fæst b...

Myndlist blómar í skúlanum

Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum.  - Ikki tí, at eg vil hava fleiri tímar, tí tað veit eg, at eg ikki fái, men tí eg vil gera lærugreinina sjónliga í almenna rúminum við einum afturvendandi tiltakið, sum er mikudagin í viku ellivu hvørt ár.  Ætlanina og orðini eigur Henny Dánialsdóttir, sum er fakligur ráðgevi í Námi og undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X. Her sæst hon í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli hevur framsýning í løtuni. Við loyvi frá Henny seti eg inn nakrar myndir frá Listabreytin i, har tey hava arbeitt við parafrasum, nýtulkingum, av listaverkum, føroyskum og útlendskum. ListaMeldur fer nú at verða eitt afturvendandi tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.  - Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á...