Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2007

62 Norður

Fjølmiðlaumrøða 62 Norður, Útvarp Føroya 22. november. 2007: Fleiri av okkara miðlum hava fylt runt í ár: Dimma 130, Sosialurin 80, Útvarpið 50 og Sjónvarpið hálvt so gamalt. Eg fari at hefta meg við henda yngsta miðilinum og dømi um brúkarasjónarmið í Degi & Viku. Vit bakka eina viku. Søgan um bústovnin í Børkugøtu í Havn er ”uppfunnin” í Degi & Viku, sum reisir málið um eini niðurslitin og vandamikil hús. Arbeiðsfólk, brúkaraumboð og evsti myndugleikin verða tikin við. Í næsta parti skriva Javni og foreldur kæru til Brunaumsjónina. Fríggjakvøldið veit redaksjónin at siga at nú verður bústovnurin umvældur. Tí sama seinrapart hevur landstyrismaðurin funnið eina millión. Í einum landi uttan brúkaravernd, er Dagur & Vika besta umboð, vit hava. At reisa eitt mál, fylgja tí og loysa tað, er ynskistøðan hjá einum miðili, ið tekur tankan um fjórða statsvaldið í álvara. Samstundis sum hetta skapar rótfesti í fólkinum, er hetta gott myndavarp, har myndirnar eru sigandi og víðka um ...

Ólavur og linjurnar

Úr: Teknarin og vinurin Ólavur, Eli Smith ritstj., november 2007, bls. 188: Fyrstu ferð, eg var í Århus, var saman við Ólavi. Tað mundi vera í 1977. Vit vitjaðu klaksvíkingar og ótu í kantinuni, ið seinni bleiv kend, tá ein studentur skeyt frá hond og tók seg sjálvan av døgum. Einki vistu vit tá. Hvørki um morð ella journalistikk. Henda frávera av dramatikki hugtók meg altíð við Ólavi. Hann hvíldi í sær sjálvum og hevði ikki tørv á at skapa dramatikk uttan um seg, hóast meiningarnar vóru har, djúpar og markantar. Sum Streymoyarsyllin, ið sæst best, har eingin kemur og fæst búgva. Vit lurtaðu eftir tónleiki á plátu, djúpasta basssangaranum hjá Elvisi og monumentalu Imperials, og vóru til konsert við Andrae Crouch, sum spældi so hart, at vit mundu fingið heilaskjálvta. Men altíð vóru linjurnar har, basslinjurnar, sum millum svarta og hvíta hevd rukku úr Memphis, um Abbey Road og heim til Føroya. Í hesum listarliga lendi var Ólavur hin besti at fylgjast við. Stevfastur og vitandi um linju...