Við Beatles- og listabókum á borðinum í íbúðini House of Sin hjá Epstein í París, sæst bretski politikarin og diplomaturin, Peter Mandelson, í undirbuksum við eini ónevndar kvinnu í morgunkápu. Amerikanska Department of Justice kunngerð myndina. Ríkmaðurin Jeffrey Edward Epstein (1953-2019) verður á Wikipedia lýstur við hesum inngangssetningi: American financier, child sex offender, serial rapist, and human trafficker. Afturvið myndum av politiskum maktpersónum í berum undirbuksum, sum omanfyri, og einum bretskum prinsi, ið toyggir seg inn yvir eina unggentu á gólvinum, undrast vit yvir tíðindini, sum eisini eru undirbygd av orðaknøppum meylsamskiftið frá Epstein, ið greitt er um kynsligar tænastur, eisini til norsku krúnprinsessuna. Er hetta nakað, sum er frammi í tíðini, har maktin leitar eftir nýggjum mátum at hundsa við okkum, og sementera sína egnu ódeyðiligheit? Er reality sjovið hjá Trump flotið inn í okkara egnu stovur og hevur tryggjað honum makt, meðan tað,...