Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður. Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum. Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara. Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum...