Hvørt mikukvøld hevur Filmsfelagið almennar sýningar við listarliga áhugaverdum filmum í Havnar Bio. Í sjey ár hevur Femifagnaður verið í Filmsfelagnum. Undan altjóða kvinnudegnum í ár innleiddi Solveig Hanusardóttir Olsen filmin "The Substance" við hesum orðum: Gott kvøld øll somul! Eg eiti Solveig Hanusardóttir Olsen, og tað er ein fragd at vera her í kvøld til sýningina av The Substance, sum Filmsfelagið hevur sett á skrá í samstarvi við Femifagnaðin. Hesa vikuna hátíðarhalda vit altjóða Kvinnustríðsdagin – vit varpa ljós á javnrættindi, alt tað, vit hava rokkið, og tað, sum enn manglar! Í kvøld vil eg byrja við at varpa ljós á tey, ið mynda Filmsfelagið: Birgir Kruse, Ole Wich, Jana Mortensen og Rannvá Jónsdóttir. Hetta samstarvið millum Femifagnaðin og Filmsfelagið byrjaði fyri sjey árum síðani. Tit hava verið við frá byrjan, og vit vilja takka Filmsfelagnum fyri hesa tíðina og geva okkum høvi at síggja filmar, sum seta feminismu á breddan. Tí júst hetta – at seta spurn...