Í Smiðjuni í Lítluvík sýna seks fólk úr Myndafelagnum Fokus fram í hesum døgum. Opið er til í morgin, týsdag klokkan 18, tá tey taka framsýningina niður. Tað fyrsta eg leggi til merkis er, at góða gamla analoga tøknin og prentaðu pappírsmyndirnar, sum eru settar í rammu, er, um enn ikki einaráðandi, so ikki heilt trokað burtur av talgildu tøkini, vit øll hava í lummanum á telefonini. Formaðurin, Oddfríður, sum skeinkir kaffi og bjóðar smákøkur, hevur verið í Malaga á páskum og dyrkað sjangruna street photography, at ferðast, eygleiða og candidly, tað er uttan fyrireikandi ætlan, tikið myndir á staðnum, so hvørt hann sær eitt motiv. Til endamálið brúkar Oddfríður eitt Richo og eitt Fuji kamera. Prentaðu svørthvítu myndirnar frá páskaferðini í Malaga hevur hann sett á hvíta veggin, sum er beint fyri, tá tú kemur inn, og lagt hinar á tveir kassar niðriundir. Óli, sum eg fekk at posera við hundinum, er næstformaður í felagnum og hevur fimm innrammaðar myndir, har eina er av Amtmansgarðin...