Skip to main content

Posts

Showing posts with the label umhvørvi

Heimsmálini á filmi 2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali vunnu stuttfilmskappingina hjá Námi. Úrvalda evnið var í ár tað sætta av teim seytjan heimsmálunum hjá ST - vatn. Heitið á filminum var ”Síðsti dropin”. Vinningurin er 30.000 krónur. Eftir at innkomnu filmarnir høvdu verið vístir í biografsalinum í Havnar Bio, vendi Sigfríður S. Sólsker, útgávuleiðari í Námi, sær til møttu næmingarnar og lærararnar. - Tit hava við tykkara stuttfilmum víst, hvussu tit hava arbeitt við hesum evni, ítøkiligani og abstrakt, men altíð fakliga viðkomandi, og í onkrum føri eisini stuttliga, har tit leita, eygleiða og fundera í kjallaranum í skúlanum. Onkur annar filmur setur sær fyri at vísa øll elementini, har fótbóltsvøllurin týðuliga fyllir mest, men líðirnar, kirkjan og SMS eisini sleppa við. Vit koma víða, hóast evnið er tað, sum kemur úr krananum, tá vit heima og í skúla koyra hann frá. Henda repeterandi einfeldin sæst aftur. Men vinnarafilmurin letur seg ikki binda niðu...

Lendisbetran - ársins banniorð

Tá árið fer at halla, plaga vit at finna ársins orð. Alt samalt eftir uppskotum frá fólkinum, sum fólksins Útvarp dregur fram í morgunsendingini, og ein sakkøn nevnd so tekur dagar ímillum, hvat skal vinna. Tá hava vit ársins orð, alt samalt í fólksins anda. Men nú hava fólksins kosnu menn og onkur kvinna við eftir ordra frá løgmanni gjørt undirskrivaða avtalu, at binda allan okkara samhaldsfasta tøkupening til ein Suðuroyartunnil. Ikki eldrarøkt ella ískoyti til jól hjá fátøkum, sum Barnabati upplýsti okkum um í Sjónvarpinum sunnukvøldið. Men ein tunnil, sum mannfólkaverkfrøðingar kunnu gleðast um allan tann líðilanga dag til Suðuroyar í komandi tíðum og longur. Og mannfólkaverkfrøðingagleðin er so smittandi, halda teir, at alt, ið grivið verður upp, skal leggjast út yvir tað ganska land, at fáa skikk uppá tað, sum mannahond enn ikki hevur verið á, so tað nú verður glaserað, sukurstroytt og -brætt, og gongur inn í eina virðismaksimerandi krosstalsskipan, sum í jólagávutíðum fær frámer...

Dropi ert tú

Meðan vit liva í einum veruleika, sum politiskt enn er merktur og heftur av einum serstakliga trongum mentanar- og listasýni, hava vit lukkutíð eitt meira privatpersónligt vítt og aktivt uppsøkjandi mentanarsýni, sum av og á gevur okkum upplivingar, ið eru óvæntað sjáldsamar.  Ein tílík var í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið, har Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen buðu til frumframførðslu av tónleikaverkinum Dropi ert tú við undirtitlinum Sangur um lívið .  Eitt varisligt ekkó av samstarvinum kring sangleikin Jesus og Makedonarin fyri fjøruti árum síðan. Eins og tá hevur Pauli skrivað tónleikin, sum nú er fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað tekstin.  Hann er í seks pørtum við heitunum Keldan, Løkurin, Vatnið, Áin, Fossurin og Havið. Tónin er javnt og høgt insiterandi, væl balanseraður í rúminum, men við støði í teim seks kvinnurøddunum ytst í vinstra borði, beint framman fyri, har eg siti.  Við ljóðmyndini fái eg ta fatan, at...

Portrið burtur

Ímyndin av ljótasta grammleika, portrið í Saksun, er nú burtur. Men bara gjaldsportrið og terminalurin í vinstru síðu av hesi monumentalu betong- og stálinstallatión við myndatóli og píkum omaná. Portrið sjálvt stendur eftir á vegnum, sum longu frammanundan var eitt grefligt inntriv í lendið, sum vit allastaðni siga okkum vera so eym um, lendið, sum ferðafólk fáa skyldina fyri at fara so illa um. Lendið, sum skribentar spæla sær við yvir tolnum pappíri á skriviborðinum, helst í høvuðsstaðnum, har mest er at oyðileggja.  Meðan verkfallið lærdi okkum, at gjógvin millum láglønt og hálønt er størri enn nakrantíð og alsamt veksir, so er hárfína markið millum varðveitan og oyðileggilsi blivið eitt politiskt livibreyðsmál í sær sjálvum.  Áirnar koma altíð aftur er nýggjasta sosialdemokratiska uppáhaldið, fái eg at vita í Degi og Viku eftir sólskinsferðina í Saksun. Havi aldri áður sæð hetta heimagjørda stavnhaldið hjá Javnaðarflokkinum í Havn. At áirnar altíð koma aftur. Mylláin og B...

Náttúran er okkara heim

Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim , sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag.  Landstýrismaðurin helt eina góða og vælskipaða røðu fyri fulsettum sali, har eg beinanvegin hefti meg við, at hugtakið hagi , sum í stríðsmálinum gongd í haga , snildisliga varð skift út við tað meira harmoniska náttúru , sum í gongd í náttúru . - Heim og náttúra eru nýggj lyklaorð í eini ferðavinnustrategi fram ímóti 2030. Inspiratiónskeldan er yrkjarin Gary Snyder, sigur Guðrið Højgaard, stjóri, og endurgevur aldrandi amerikanska yrkjaran, ið sigur, at ”náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Tað er í savninum The Practice of the Wild (1990), at Snyder, sum í dag er 93, sigur “Nature is not a place to visit. It is home.” - Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu vit hava havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara, segði Guðrið, ið samstundis gjørdi vart við, at nøgdsem...

Javnaðarkapitalisman knúsar Skansan

Ikki bara fornminni, men helvtina, hálvtrýss prosent, av Føroya fornminnum standa nú fyri falli, takkað verið Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.  Tað eru sambært stjóranum á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, bara tvey fornminni av serstakligum týdningi í Føroyum.  Tey eru Skansin í Havn og Múrurin í Kirkjubø.  Tað var annað evnið í frálíku útvarpsendingini, Breddanum.  Javnaðarflokkurin, sum bæði eigur borgarstjóran í Havn og havnanevndaformannin í Havn, hevur aftur drigið fram klandursskrímslið um privatkapitalistisku konteynarahavnina í høvuðsstaðnum, og mín sann eydnast at fáa uppskotið stemmað ígjøgnum. Og tað hóast vit annanvegin hava havnir frammanundan - ein er beint við higartil nýggjasta tunnilsmunnan inn í Eysturoynna - og hinvegin at socialdemokratiski móðirflokkurin, kosta hvat tað kosta vil, skal kvetta við russaraflotan um tað so, sambært kvalifiseraðar gitingar norðan av landi, fer at kosta nýval. So tørvurin til havnapláss er longu avmarkaður....

Góð epli í Tórsbyrgi

Leygardagin tóku tey epli upp í Tórsbyrgi. Tað var í mai, at eplini, oleva, vórðu sett niður. Tey fingu upp í tvær rokaðar hjólbørur, og bóru epli til dyrnar í posum til fólk í býlinginum. Jana Mikkelsen og Jón Kragesten skipaðu fyri, eins og tey eru undangongufólk í vakstrarhúsinum Hvamminum, sum er í lagdini, har matriklarnir hjá Tórsbyrgi, Lágargarði og Boðanesheiminum møtast. Vakstrarhúsini eru gjørd úr burturbeindu vindeygunum frá Boðanesheiminum. Eplaveltan er á fløtuni framman fyri húsini hjá bæði Jón og Janu. Ytst á fløtuni er bakki, har grønur vøkstur verður koyrdur, tá ruddingardagar eru.  - Sum tað sæst á myndini, vuksu nógv flest epli, har varð taðað við kunsttøðum, sigur Jón, sum upplýsir, at næstbesta úrslitið var, har ið bara biotøð vórðu nýtt.  - Síðan varð umleið eins gott, har taðað varð við løgi úr bokashi, og kompostmold úr Tórsbyrgi. Biotøð, saman við ull, sá ikki út til at eydnast so væl, og ei heldur har, ið bara ull varð nýtt. Jón sigur, at slokkarnir f...

Turið Nolsøe, retorikari, um filmin "A Taste of Whale" á CPH:DOX

Hósmorgunin 24. mars var eg boðin í Imperial at halda ein fyrilestur á UNG:DOX fyri studentaskúlanæmingum. UNG:DOX er eitt undirvísingarátak hjá CPH:DOX, har ungdómsútbúgvingar fáa serligt høvi at síggja heimildafilmar, sum kunnu geva íblástur til temu, sum tey annars viðgera í ymsum lærugreinum, og hesaferð var nýggi filmurin “A Taste of Whale” (Vincent Kelner 2022) á skránni.  Filmurin viðger grindadráp, og hvussu felagsskapurin Sea Shepherd hevur haft átøk og roynir at steðga føroysku siðvenjuni. Partur av upptøkunum eru frá 2014, tá Sea Shepherd var í Føroyum við GrindStop-átakinum, men hóast hesi átta árini hava gjørt sítt, so er evnið viðkomandi enn.  Í fjør var nógv at lesa um stóra springaradrápið í alheimsmiðlunum, og eg var sjálv ringd upp av einum tíðindafólki frá DR og spurd um, hvat hendingin umboðaði fyri føroyska umdømið í heiminum. Nú eri eg retorikari og í holt við eina verkætlan um, hvussu føroyski abortspurningurin verður viðgjørdur í donskum fjølmiðlum, so ...

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn...