Týski Wieland Speck vitjaði Filmsfelagið í 1989, at kanna møguleikaranar fyri sjálvur at gera film úr eini gamlari søgu úr Vágum. Hann var tá leiðari fyri sýningarskránni Panorama á filmstevnuni í Berlin. Sama ár hevði Katrin Ottarsdóttir frumsýnt fyrsta føroyska filmin, Atlantic Rhapsody, á sjeyndu Norðurlendsku Filmstevnuni fyri 130 útlendskum gestum. Tá hevði Filmsfelagið 1200 limir og brøv vóru samskiftishátturin. Heima í Tórsbyrgi ótu vit ein góðan bita og skiftu orð um film og føroyska landslagið. Tá hann tók hetta arkið fram, mundi eg sett í hálsin: “Hetta er ein týsk vampýrsøga, skriva í Føroyum í 1800’talinum og fyrstu ferð givin út í Týsklandi í 1885”, sigur Wieland. Tá vit hava lisið eina løtu, semjast vit um, at søgan fer fram í Vágum og at skrivarin, heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs (1825-1895), má hava verið á staðnum at skrivað so beinrakið. Men nei, hann hevur aldri verið í Føroyum, siga granskarar í dag. “Men onkur mann hava sagt honum frá um tykk...