Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kringvarpið

Vágskálin nummar hundrað

Uni Arge í studio trý í Kringvarpinum. Bjarni Árting Rubeksen tók myndina. Mikudagin fjórða novembur verður Vágskálin nummar hundrað send í Útvarpinum. Tá verður spurt, hvussu til stendur hjá føroyskum bókmentum beint nú. Umframt at ynskja vertinum, Una Arge, tillukku við avrikinum, er vert at gáa um tað sjáldsama í, at sendingar halda sær á lívi so leingi uttan at missa skap, innihald og títtleika, fyri ikki um at tala vert. Ummæli av aktuellum bókum er kjarnin í Vágskálini. - Sendingarnar eru gjørdar soleiðis, at tær í fyrsta lagi eru ummæli av bókini, í øðrum lagi ein gluggi inn í bókina við upplisnu brotunum og í triðja lagi ein upplýsandi útvarpssending um tað, sum bókin snýr seg um. Hetta er eisini eitt høvuðspoeng, sigur Uni, sum er journalistur og í mong ár hevur arbeitt free-lance við útvarpssendingum, filmum, bókum og hópin av sangum. Hann hevur mest sum altíð hildið, at gott skrivað tilfar kundi verið grundarlag undir upplýsandi og hugvekjandi útvarpssendingum. - Í...

Filmisk styrki í Kringvarpinum

Hesa vikuna varnaðist eg tvey dømi um filmiska styrki, sum við hepni vórðu brúkt í Kringvarpinum at lýsa avbjóðandi viðurskifti í tilveruni. Í báðum førum við støði í vælvaldum og illustrativt forteljandi privatpersónum, eg ikki havi sæð fyrr, og tí bera boð um haldgott kanningararbeiði, research, og innramming at skapa og eygleiða eina viðkomandi søgu á sannførandi hátt beint á staðnum. Væl at merkja her hjá okkum, so vit í ein ávísan mun kunnu leggja über løgnu svenskt tekstaðu fólkaupplýsingarsendingarnar aftur um okkum, nú heystið er yvir okkum og vetrarskráin er í væntu. Í fyrra førinum ein ung kona, sum stutt eftir føðing varð rakt av tunglyndi, og inniliga nemandi og greitt greiðir frá um gongdina, støðuna og avleiðingarnar - heima við egið borð, mótvegis óvirðiligu gongdini at brúka web kamera. Innslagið var í Degi & Viku mánakvøldið , og er tí ein kvalifiserað og munagóð, fyri ikki at siga sterk, viðmerking til tær politisku sparingar á fíggjarlógini, sum raka kvin...

Yngsti løgmaður og nýggi hvassi maðurin

Fyrst í sendingini í Andgletti í dag er Beinir Johannessen ikki nóg greiður og politiskt miðvísur, men hann lukkast at venda setninginum "at vita best". So kemur hann, ið pr definitón veit best, og tí forskattaði pensjónina, Jørgin Niclasen. Árni Skaale er hann, sum í dagsins sending veit næstbest um skatting í hesum flokki, sum í mínum optikki er so morðgírigur, flokkurin, at hann ikki unnir nøkrum tað svarta undan neglini, og eg júst av hesi orsøk altíð havi hildið verið hin besta at koma við fíggjarmálaráðharranum, tí hann er so materiellur, at alt er um at gera at sita tungt á kistulokinum. Men nú er hann, í hvussu er Jørgin, komin til eitt mark, sum næsta ár sigst fer at verða uppbrúkt, forskatting av pensjónunum. Nýggi maðurin á Fólkaflokslistanum, Fróði Magnussen, sum í gjár slepti eini innanflokku bumbu, sum kom út í almenningin og beinanvegin brast í hondini á øllum  – skeiva avgerðin hjá Jørgini Niclassen at forskatta pensjónirnar í 2011 – slapp ikki við í sendingin...

Sendingin úr Hoydølum kemur aftur!

  Annika Hoydal var vælvalda og ikoniska stjørnan í fimtu og seinastu sending hjá Per Zachariasen og Mariu Winther Olsen við spírunum úr Hoydølum, sum ein hópur av Kringvarpsfólki hevur gjørt. Sum er við væleydnaðum sjónvarpsrøðum, ið eg ikki minnist so góðar úr okkara egna landi, í meiningsskapandi týdningi og undirtøku, vil eg, tó uttan tematiskar líkleikar, men bara mált eftir fastatøkum á áskoðarum, peika á "Matador" í Danmark. So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark. Og nú vit í kvøld sóu seinasta part av "Hoydølum" er tað ein linni, at fáa at vita frá Finni, at tey fara at gera eina sesong tvey, eitt framhaldandi umfar ella tvey. - Vit fara at søkja eftir ungum spírum longu nú, at melda seg til upptøkuroynd, sigur Finnur Koba, og vísir til tekningarskjalið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum . Plátufelagið Tutl boðar eisini frá, at allir sangirnir í sjónvarpsrøðini "Hoydalar...

Onnur sending úr Hoydølum

Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggja tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum. Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av. Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana. Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum. Sangúrvalið, prátið millum tey og Eyðun, lýsandi portrettbrotini, ið kunnandi traðka burturúr, og so framhaldandi...

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

  Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum Mynd: Birgir Kruse Sjónvarsendingin, sum hevur heitið Hoydalar , er hin fyrsta av fimm, og varir knappan tíma komandi hóskvøldini. Logo er teknað soleiðis, at stavurin O er blivin ein grammofonpláta. Hoydalar byrjar í Kringvarpsstíli við eini hástemtari mansrødd, sum sjálvspeiandi kunngerð teir dýrgripir og sangskattir, ið her hava savnast og ment seg.  Beint sum eg undrist yvir tað pátikna patetiska í røddini, verður klipt til ein torpederandi og dekonstruerandi snúningssetning um, at nú er langt síðan síðsta pisan er floygd, og at alt ov leingi hevur verið kvirt.  Eg gerist paff av hesum perfekt taimaða inngangi, ið lyftir seg sum ravnurin hjá Martini úr tú sjálvsagda skúlanum, sum einaferð var.  Haldi, Thomas Koba eigur hana, góðu, sum í perfetto , inngangsrøddina. Og so er eitt transistorradio sambingarliðið, og vit eru on. Sum í on air . Mynd: Bjarni Árting Rubeksen ...

Stættarsamfelagið í skúlans skotmála

Mynd Breddin KVF 18. novembur 2025 Onkur vil stillisliga gjalda meira fyri tey, sum hava minni og halda, at trupulleikin við stættarsamfelagnum hvørvir sum stormur í einum tekoppi, gera vit tað. Tað framgongur í Breddanum , flaggskipinum hjá Kringvarpinum, har Sigurjón Einarsson í dag er redaktørur, saman við Birgit Carinu Eliasen og Alvin Ellebye, teknikara. Í sendingini hoyra vit í telefonini Regin Marnersson, stjóra í skúlanum úti á Fløtum, sum er hin størsti í landinum, og landstýrismannin Djóna Nolsøe Joensen við ábyrgd fyri økinum, ið hevur eina dóttir í hondbóltsflokkinum, sum ljós verður varpað á. Gestir í sendistovuni eru Hedvig Johansdóttir fyri Barnabata, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Lillian Bjarnadóttir Poulsen er foreldraumboð fyri skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt fram til 2028. Hetta er Breddin í Kringvarpinum í dag. Evnið er tann trupulleiki, sum hevur tikið seg upp við tað, at ein hondbóltsflokkur á skúlanum hevur tikið ta í mínum eygum marghát...