Skip to main content

Posts

Showing posts with the label lýsingar. filmur

Hlynur Pálmason fær Dreyer Virðislønina

Danski Filmstovnurin upplýsir í morgun, at leikstjórin Hlynur Pálmason (f.1984), sum er aktuellur við filminum Vinterbrødre , verður heiðraður við Dreyer Virðislønini. Tað er grunnurin Carl Th. Dreyers Mindefond, ið eftir viðtøkunum letur Dreyer Virðislønina til "ein lutfalsliga ungan filmsleikstjóra, ella onnur listafólk í filmsvinnuni, sum viðurkenning fyri framúr listaligt avrik." Inntøkurnar í grunninum byggja á gávu frá Gunni Dreyer, sum er dóttir Carl Th. Dreyer. Juridiska avtalan er, at ein prosentpartur frá høvuðsverkinum hjá Dreyer  Jeanne d’Arcs Lidelse og Død  fer frá filmsútleigarafelagnum Gaumont til minnisgrunnin.   Við virðislønini fylgja 50.000 krónur.   Í grunninum sita Johannes Riis, Eva Novrup Redvall og Jakob Buhl Vestergaard. Mikudagin kl 20 vísur Filmsfelagið virðislønta filmin Vinterbrødre .

Tomas Villum Jensen í Føroyum

Danski filmsleikstjórin og filmsleikarin, Tomas Villum Jensen (f.1971) vísur mær búmerkið fyri sendingina  Villum & Schmidt ,  har hann og Jonas Schmidt eru á hægsta fjallinum í Afrika, Kilimanjaro, í Tansania. Saman við konuni, Mariu Montell, og børnunum, er Tomas í Føroyum í hesum døgum. Hann bleiv kendur í 1991 sum ein av dreingjunum í filminum hjá Søren Kragh-Jacobsen Drengene fra Sct Petri , ið lýsti donsku mótstøðurørsluna undir krígnum, og bygdi á samnevndu ungdómsskaldsøguna hjá Bjarne B. Reuter. Tvey ár seinni var Tomas við í mest lisnu ungdómsskaldsøguni,  Det forsømte forår , tá Peter Schrøder gjørdi søguna hjá Hans Scherfig til film, og Tomas fekk søguliga leiklutin sum hann, ið eitrar lektor Blomme við einum maltbommi. Síðan hevur Tomas sjálvur gjørt nógvar filmar, millum aðrar tveir í røðini Min søsters børn . Eftir at hava verið vælumtóktur sjónvarpsvertur, ger hann nú ferðasendingar til sjónvarp, har stuttligar ferðaupplivingar, ið knýta seg a...

Upp í leypin av bókum...

Nú  fáa allir skúlar ein lista við undirvísingartilfari úr Námi, so lætt er at bestilla. Árni Jacobsen hevur gjørt snøgga listan, sum eg slapp at fotografera forsíðu og baksíðu til. Eitt hugskot, sum stakk seg upp, var at koyra eitt úrval av nýggjastu bókunum í ein leyp, sum varð tømdur á baksíðuni. Men hvar finna vit ein leyp? Og helst ein, ið andar av søgu og sliti. Sjálvt á mest mentaðu plássum funnu vit ikki ein einasta leyp. Innan vit sleptu hugskotinum um leypin sum førning av føroyskari mentan beint inn í nútíðarskúlan, spurdi eg Ole Wich. Jú, hann var hollur í ráðum og vísti mær tríggjar slitmannaleypar úr gomlu Havnini at velja ímillum. Eg  valdi hendan slitna og talandi leypin, sum sæst á myndunum omanfyri og niðanfyri. Location, myndastað, langt burturi á heiði, funnu vit mitt í Havn. Við bilum og bygningum avdúka tvær av myndunum, hvar vit eru.

Bilar eru nógv meir enn orð

Teldutala Trý ár á rað hava Ferðslutrygd og Tryggingin vunnið virðisløn hjá felagnum Føroyskum Marknaðarfólkum fyri bestu livandi lýsing í sjónvarpi, biografi og interneti. Nú er nýggjasta vinnaralýsingin, Hin dagin eg hevði skund , flutt út í livandi ferðsluna. Leygardagin tók eg myndina omanfyri millum látandi fugl og jarmandi lomb og dukandi motorlarm, sum streyk framvið eftir landsvegnum, og eyðkenda ljóðið av burn out av atløgubryggjuni á Sundi, har ein háspentur bilførari, ivaleyst við nýggjum koyrikorti, hevði funnið eina rúgvu við betongdusti og spolaði alt upp í royk. Bilurin er besta maskina, annan vegin til dreingadreymsfasinatión, og hinvegin til óviljað at kvetta lívstráðin. Og tað er enn sum í heimsins bestu bildreparasøgu, Att döda ett barn , sum svenski Stig Dagerman skrivaði í 1948. Aftaná er alt ov seint. Samstundis sum føroyska lýsingin sæst og hoyrist í øllum miðlum, er hetta effektivasta lýsingaátak eg havi sæð í landinum. Og boðskapurin er greiður og s...