Í dag varð Ovasavnið latið upp fyri almenninginum at brúka á Malarenda í Nólsoy. Nógv fólk vóru møtt at finna páskaregg í bygdini, sum lokalir sjórænarar fjaldu í túsundatali, og talur vórðu hildnar framman fyri nýggja savninum, at greiða frá um arbeiðið, sum hevði staðið uppá í níggju ár. Kjarnuuppgávan hevur verið at hýsa bátinum, Diana Victoria, sum Ove Joensen, 37 ára gamal, róði einsamallur í 41 dagar í 1986 úr Føroyum og til Langelinie í Keypmannahavn í smekra róðrarbátinum, sum Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði, 24 ára gamal. - Alt í bátinum er, sum tað var, sigur ein fegin Hanus. Sjálvt pútan at sita á bekkinum er hin sama, sum eg monteraði, sigur hann, bilsin yvir, hvussu væl báturin er vardur og hildin øll hesi árini, og nú settur inn í hesi fyrimyndarliga hugtakandi høli, ið eru bygd uttan um hann. Óli Svein Lutherusson og Nicolaj Falck, sum síggjast fremst fyri á myndini, har teir fáa heiðursskjal, hava staðið fyri meistarliga timburarbeiðnum. Formaður í nevndini fyri Ovasav...