Nú hitastigini vórðu tveysiffrað og summarmjørkin sum amen í kirkjuni legði seg yvir Havnina, fór eg ein túr inn á svalligu Strendur, har sýnið er beint út á opið hav, og nógv nýtt verður bygt niðan í brekkuna móti Hálsatjørn. Men ørindini eru at fara oman í fjøruna at hitta danska Aage Dyssegaard, ið bryggjar øl, sum bara fast til keyps í Urtahavanum. Tað er ein kafé, dygst við Raktanga, sum lýsir seg sjálva við orðunum: ”ein hugnalig kafé Úti við Sker á Strondum. Á matarlepanum er bæði søtt og salt :) og so hava vit eisini onkur tiltøk í skjáttuni!” - Áki, sigur hann klingandi skilliga, tekur fast í hondina og ger mær greitt, at í Føroyum vil hann ikki kallast Aage. Bilsin hoyri eg hann fortelja, at hann undirvísir í rokning á Toftum, er AKT-lærari og brennir fyri trivnaði á skúlanum. Læraraprógvið tók hann í Odense. Tí skuldi hann, eins og 25 onnur, lúka prógv í føroyskum á Setrinum. Tey fimm, ið ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, dumpaða øll. Men seinni gekk betur. Gøtunummurini er