Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio. Fimm kvøld á rað verða nýggir altjóða filmar frumsýndir í høli 1. Teir eru hin svenski KEMPAN (Jätten, Johannes Nyholm 2016), amerikanski heimildarfilmurin CITY OF GHOSTS (Matthew Heineman 2017), bretski TULIPANFEPUR (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski LJÓS Í MYRKRI (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin STEFAN ZWEIG: FARVÆL EVROPA (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016). Vanligi prísurin at síggja ein film, er 90 krónur. Men verða atgongumerki til allar fimm filmarnar keypt í senn við skivuna í biografinum, so er samlaði prísurin 300 krónur. Havnar Bio letur upp klokkan 14. Somu dagar, men fyrr um dagin, verða tríggir eins nýggir filmar sýndir í høli 1 undir heitinum ELDRABIO. Teir eru hin nýsælandski PATRIARKURIN (Mahana, Lee Tamah...