Hoyvíkshøllin – her havi eg ikki verið fyrr. Hvørki til hondbólt ella konsert, sum galt tað lív ella deyð, sum vit sungu fyrsta mai. So takk fyri innbjóðing og enntá borðreiðing her uppi, næstan í haganum. Nú eri eg uttangarðs. Uttanfyri biografin, hin einasta í landinum, og allar ringvegir - og dygst við ein kirkjuleysan kirkjugarð. Og til mítt bestyrtilsið, sum hondbóltsdómarin Hans Holm plagdi at taka til, so fái eg beint tá, eg segði ja til at bera fram hesi orð, at vita frá einum vini, sum fæst við digitala orðabókagerð, at orðið hoyvíkingur er ikki til í føroysku orðabókini. Tað er bara í fleirtalsforminum, hoyvíkingar, at tað er til. Hugvekjandi, sigandi og kollektivt, sum einki annað eg havi rent meg í. Men, tit menn og tit kvinnur, eg eri blivin fubbaður, offur fyri eini vittigheit. Orðabókagerðarin, hann sum hevur humor eins og tit, at bjóða mær her í kvøld, sigur, at tey altíð ganga í hópi, hoyvíkingar. Onkur vil vera við, at tey næstan gerast vanlig fólk, um tey hendi...