Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2001

Eitt forum til journalistiskt kjak, takk!

Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya Viðtal, Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001: MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki. Bodil Rahbek, sum er útbúgvin tíðindakvinna, er farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya. “Verkætlanin snýr seg um persónliga og fakliga menning hjá programmfólkunum í Útvarpinum”, sigur Bodil, sum er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988. “Tá talan er um menning, at dagføra sína vitan og gerast betur førur fyri at røkja sína uppgávu, so hugsa tey flestu helst um eftirútbúgving”,

Bókadeild Føroya Lærarafelags 45 years

The Bókadeild Føroya Lærarafelag, a Faroese publishing house that’s been looking after the children for 45 years NORDIC LITTERATURE 2001 BY BIRGIR KRUSE The Bókadeild Føroya Lærarafelags, or The Faroese Association of Teachers’ Publishing House (the B.F.L.), was founded in 1956 in acknowledgement of the vital importance of providing Faroese children with books in Faroese. When the B.F.L. was founded, they didn’t only have books for children and young people in mind: school textbooks were a high priority, too. At that time almost all the textbooks on the islands were Danish. But then a proper Faroese educational publishing house was founded, the Skúlabókagrunnurin, and from then on the B.F.L. gave up publishing school-books and concentrated exclusively on books for children and young people. Right from the start, and for many years afterwards, a board consisting of five teachers was in charge of all the publications. All the work was done after school, and books were published whenever

Verkamaðurin og leiklistin: Weekend á deildini

Tað várar fyri fyri føroyskari leiklist. Hóast vetur er á deildini og hon er afturlatin, hava vit nógv og gott í væntu, tá Gríma hin 17. mars fer at frumsýna nýggja leikin hjá Jóannesi Neilsen Eitir nakað land Weekend . Í gjár var høvið at lúra á Meiarínum. Birgir Kruse Sjónleikur At hjarta Jóannesar Nielsen slær hart fyri Skipasmiðjuni er einki nýtt. Hann hevur bæði yrkt, leikað og barst fyri hesum staði og teim, sum har virka. Men hin 17. mars síggja vit hesa staðfesting í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn. Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin Eitir nakað land Weekend . Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipasmiðjustjóranum Poul Mohr. Tað var treytin, tá Skipasmiðjan, kvitt og fritt, lat pallin til nýggja leikin á gamla Meirarínum. Enn ein hugfarslig staðfesting av, at vinnan og mentanin kunnu ganga hond í hond. Jú, tað várar fyri leiklistini í Føroyum. Kveikjandi leikrit Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta ske