Skip to main content

Posts

Showing posts with the label sangur

Onnur sending úr Hoydølum

Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggja tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum. Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av. Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana. Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum. Sangúrvalið, prátið millum tey og Eyðun, lýsandi portrettbrotini, ið kunnandi traðka burturúr, og so framhaldandi...

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

  Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum Mynd: Birgir Kruse Sjónvarsendingin, sum hevur heitið Hoydalar , er hin fyrsta av fimm, og varir knappan tíma komandi hóskvøldini. Logo er teknað soleiðis, at stavurin O er blivin ein grammofonpláta. Hoydalar byrjar í Kringvarpsstíli við eini hástemtari mansrødd, sum sjálvspeiandi kunngerð teir dýrgripir og sangskattir, ið her hava savnast og ment seg.  Beint sum eg undrist yvir tað pátikna patetiska í røddini, verður klipt til ein torpederandi og dekonstruerandi snúningssetning um, at nú er langt síðan síðsta pisan er floygd, og at alt ov leingi hevur verið kvirt.  Eg gerist paff av hesum perfekt taimaða inngangi, ið lyftir seg sum ravnurin hjá Martini úr tú sjálvsagda skúlanum, sum einaferð var.  Haldi, Thomas Koba eigur hana, góðu, sum í perfetto , inngangsrøddina. Og so er eitt transistorradio sambingarliðið, og vit eru on. Sum í on air . Mynd: Bjarni Árting Rubeksen ...

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Geor...