Í kvøld komu tey bæði, Dagur og Vika, aftur úr summarfrí. Tað var eitt stórt frambrot, tá føroyska tíðindasendingin byrjaði, eftir at Sjónvarpið var komið í verðina hin fyrsta apríl í 1984. Frammanundan høvdu somu fólk sent donsku TV-avísina, sum kom við posti á U-matic bandi frá eini ónevndari keldu, helst einum vinmanni á Keypmannahavnarleiðini. Í Dimmu lovaðu lesarar kríggj, um danska TV-avísin ikki helt fram. Fólk hvørki ynsktu ella orkaðu eina føroyska TV-avís, sum tað róptist. Um somu tíð var ein hampuliga stórur og íðin flokkur, sum savnaðist úti á Frælsinum í Kvøldskúlanum í Havn at granska hetta nýggja føroyska fyribrigdið, sjónvarpstíðindi. Góða tíðarritið Brá hevði eisini grein, har tey kannaðu tíggju føroyskar sendingar við sjónvarpstíðindum. Fjøruti ár eru liðin. Enn hava vit ikki sjónvarpstíðindi hvørt kvøld, ítrótturin fyllir eins nógv og tíðindini, og sunnukvøld eru slettis ongi tíðindi, sjónvarpstíðindi, sum í teimum londum og miðlum eg oftast hyggi eftir, er høvuðskvø...