Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini. Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus -prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum. Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er sum í grind, tá Zacharias, Tróndur og Anker fella inn í ljóman av erotiskt glógvandi málninginum, sum ber heitið Reyða sofan . Tað er ikki bara reytt, men eisini tølandi vitalt. Jan Andersson beyð vælkomin til søluframsýningina og Drifa Hansen framførdi tveir sangir, sum í seinna førinum veruliga trýstroyndi akustikkin í fylta rúminum, meðan Johanne Andersson spældi und