Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kring

Útvarpið eigur at fara í tvey

Eftir at hava boðað frá Summarfestivali í meginpartin av farnu viku, meðan festivalurin varð hildin og framhaldandi, nú festivalurin er av, so sendir Útvarpið í triðja giri enn frá festivalinum. Tí hesir útvarpsmorguntankar. Mong ár eru liðin síðan Útvarpið misti rættin at senda einsamalt. Tá vónaðu og væntaðu lurtarar, at útvarpsmiðilin fór at verða fluttur langt fram í tøkni og innihaldi. Men gakk. Síðan heimliga miðlamonopolið varð tikið av, og tøknin hevur ment seg á øllum økjum, er føroyska innihaldið og ambitiónin at røkka øll og alt í einum, bara verið verri. Alt til øll alla tíðina. Tað riggara bara ikki. Nú er tíðin komin at Útvarpið fer í tvey. Eina rás, sum sendir fótbólt og annað spæl, ið bara hevur til endamáls at skjóta í sama mál, og fáa øll við máloyra at geyla tað einasta, tey duga – mál – og so eina aðra rás, sum við greiðum redaktionellum frámerkjum kann dyrka og menna hinar góðu sendingarnar í útvarpinum, sum duga at fara afturum eitt torskilt evni, ...