Meir enn hálv øld er runnin síðan Útvarpið fór undir V4 sendingar og skapti ein pall fyri føroyskari táttayrking, sum eingin hevði sæð fyrr. Meðan V4 fór oyggj úr oyggja at fíggja Útvarpshúsið, vórðu sangarar av báðum kynum funnir, sum við besta fylgispæli bóru fram spillfeskar tættir, ið navnsnevndir, ella í hvussu er eyðkendir yrkjarar, settu saman til dagin og tiltakið, alt eftir hvar í landinum vit vóru, og hvørjar hendingar og støður sipað varð til. Ein sjáldsama tíðarbundin hevd, sum í fleiri førum var tann beri og blektaði sangskaldskapur, seinni eisini á plátu, við varandi virði og undirfundigum sannleikum úr gerndisdegnum. Veit, at eg ikki havi verið einsamallur at halda, at henda bók- og sangmentanarliga siðvenja langt síðan var mett sum deyð og farin av øllum føroyskum pallum. V4 er jú hildið uppat, Gekkurin er komin í staðin, og fyri at keypa seðilin og halda øllum gangandi sum í V4 tíðini, fær lurtarin í dag einki undirhald afturfyri. Hevdin er dotti...