Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2007

Hvussu eru lærarar fyri at nýta talgilda tøkni?

Regin Ellingsgaard á básinum hjá FirstClass á Bett Show í London 2007 (Mynd: Birgir Kruse) Nýtt skúlaár er byrjað við nýggjum avbjóðingum fyri bæði næmingar og lærarar. Hvørt skúlaár er nýggj tøkni, ið krevur nýggjar førleikar. Nógv bendir á at Føroyar eru millum tey samfeløg, har flest teldur og talgild amboð eru í hvørjum húski, ið telja børn og ung í skúlalduri. - Hvussu møtir skúlin hesum veruleika? Føroya Skúlabókagrunnur hevur í sambandi við verkætlanina Snar viðgjørt gongdina frá prentaðu bókini til talgild skjøl, ið eru opin hjá øllum at brúka. Í hesum sambandi er leiðarin á KT-deplinum, Regin Ellingsgaard, biðin um eina støðumynd. Spurdur, um lærarar eru nóg væl fyri í kunningartøkni í fólkaskúlanum í dag, sigur Regin, at nakrir fáir eru nóg væl fyri. - Men flestu eru tað ikki, og tíverri eru summir eiðasørir, so eiðasørir, at eg ikki hevði mælt til, at teir fingu starv í einum nýmótans skúla. - Umráðandi er, at skúlanevnd, leiðsla og lærarar, hava eina ætlan um, hvussu teldu