Besti stuttflutti biti úr køkinum hjá Janus Einari, nú vit á heystardegnum hjá ST fara úr summartíð og taka veturin á okkum, er Lambacarpaccio við mosaðari bótarurt og rivnum trøllaosti, har turt kjøt frá Ólavi Andreasen í Norðradali er miðdepil og snúningsásur. Bitin, sum er ein av trimum at deila sum forrættur, narkar seg perfektión í paraðari smakkuppliving, tá Sebastian skeinkir eina myrka roykøl við smakki av malti og karamell frá Faer Isles Distillery í Vestmanna afturvið. Tað eru vit fýra við borðið samd um. Framman fyri seg í køkinum hjá Katrinu í Bringsnagøtu hevur Janus Einar tey trý Johannes, Gerry og átjan ára gomlu Amandu av Sandi, sum er lærlingur á Hafnia. Pernille er manager, matstovuleiðari, Sebastian hevur drykkirnar um hendi og Tóki er tænari við okkara borð. Vit tosa eina løtu við Amandu, Sebastian, Janus Einar og Pernille um smakksamansetingina skerpikjøt og bótarurt afturvið roykøli, sum serliga harmoniskt væleydnaða uttan at verða fløt, men heldur fara yvir í tað...