Politimyndirnar havi eg manipulerað, so hann ikki kennist aftur. Men hov, politiið sigur leygarmorgunin við Útvarpið, at listatjóvurin, sum í gjárkvøldið var útlendingur, er føroyingur og kann fáa upp í seks ára fongsulsrevsing. Hetta varð eitt ordiligt prik til heimligu sjálvsfatanina. Kanska eitt listaverk, ein happening, í sjálvum sær. Síðan kringvarpsmaðurin á fremmandamáli intervjúvaði stjóran á Listasavninum um innbrot og stuldur, hava svørthvítu høvuðstíðindini verið, at ein útlendingur er tikin red-handed í hvítum dýnujakka á svartastu nátt mitt í Havn. Fyrsta eg hugsaði var, at hann er komin beint av Hvíldarheiminum, sum eru næstu grannahús, har mest selda krimisøga fer fram beint nú. Ella kann henda, at hetta er eitt prank um trygging og sjóngá, sum skeltið í Skálanum sigur? Men nei, hetta er for real, vit skulu ansa okkum, tí við tunnlum, skjótum ferðaleiðum og ljóðleysum el-bilum, eiga vit øll, sum byggja Føroyar, at ansa okkum, tí sum í Sandoyarlýsingini hjá Umh...