Vit menniskju hava tað til felags, at vit liva saman við øðrum, á vår Herres klinkekule, sum norðmenn siga, áleið sama lívsskeið og meginpartin av okkara arbeiðslívi. Neyvan nakað kann kløkka meg, sum andlát av einum javnaldri í Útvarpinum. Eitt skeið farið, eitt lív livað, men nú tikið burtur. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða! Soleiðis lesa vit kendastu orð um arbeiðaran í Halgubók, tyktandi grundarsteinurin undir øllum arbeiði síðan Luther lærdi okkum lýdni. So kend, at tey verða hildin fremst hjá politikarum, sum innan fráfaringaraldur royna at billa okkum inn, at teir hava sæð skriftina á vegginum, har hagtølini greitt siga, at vit verða eldri og eldri. Í politiskum orðabraski æt tað fyrr eldrabyrðan. Nú eru vit so mong í íbúgvapyramiduni, at vit umframt røktarútreiðslurnar, í nógv størri mun eru trygdin fyri bæði gjaldføri og Suðuroyartunnili. Vit eru...