Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kirkja

Millum ferðafólk og altartalvur

Um dagarnar hitti eg amerikansku hjúnini, Neils og Neelie Skoulund Kruse, sum búgva við Foxánna í Cary, Chicago.  Tey vóru við ferðamannaskipinum Azamara, og nú Neils verður 75, hava tey sett sær fyri, fyrstu ferð, at vitja í Føroyum.  Hann er av Kruse ættini úr lítla staðnum Snogebæk, "et fiskerleje", millum Nexø og Dueodde heilt har eysturi á Bornholm.  Fyrsti Kruse, sum kom til Føroya, Jens Jørgen, var hagani og síðani hava nøkur fólk í føroysku ættini tikið Snogebæk sum millumnavn. Fyrstu ferð eg møtti Neils var í januar 2001, tá Edward Fuglø, Unn og eg vitjaðu framsýningina, "Vikings: The North Atlantic Saga", í American Museum of Natural History í New York. Ørindini vóru at skapa eina fatanarrammu um Útnorðurframsýningina "Hunters of the North" , sum hevði føroyska heitið "Veiðimentan í Útnorðuri" og norðurlendska heitið "Fangskultur i Vestnorden". Edward skuldi seta handritið hjá Jóan Pauli Joensen í senu, so framsýningin kund...

Maktreligiónin í menniskjabúnað

  Millum túsundir á Vaglinum fær Siri okkum at minnast hin eina falna í Berlin og tey mongu særdu í býnum, har heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs skrivaði søguna "Manor", sum nú er gjørd til film í Føroyum. Í ein stillan minutt, sum stendur meitlaður í sinninum hjá fremmandafólki, sum ganga framvið ánni, men verða kúrr, tí tey vita, eins og vit, hvat evnið er. Silvurdrongur, sum brúkar sítt borgarliga navn Trygvi, tá hann stillar út uppi í Steinatúni, kemur á pallin við einum óbetaliligum sjovi, sum byrjar við heimstónleiki av Balkan. Gjøgnumføroyskt entertainment í strammum búnað og matsjandi húgvu. Havi ikki hoyrt so kompakt stílsikra framførslu, sum til avmálda høvið er í góðari kontakt við áhoyraraskaran, ið er visuelt svangur, vil klappa, flagga og syngja við. Siri, sum er stórtekkiligur og larger than life pallstjóri og frásøgufólk í drag, hevur fullkomið tamarhald á øllum teim møttu í miðbýnum, og ger meg stórbilsnan, ja málleysan, tá hon skiftir ...

Morgun og lestur

  Brostið fyri nev Hvørt ár fegnast pisur í lundum systkin og foreldur talur og veitslur alt er bjart alt er skært sum á jólum ið eru eins svár og eydnumyndir á Facebook her eru vit har eru tit fáur harmast fútadeyða eingin skerda pisu eg fái sand millum tærnar og Føroya Bjór ger ikki veðrið betri tá morgunlesturin kunngerð at kirkja og missiónshús nú hava savnað bestu fólkini í bygdini

Kirkjur sum manifesteringar

  Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum. Tá tú hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta rúminum? Í Havn er til dømis hálvtrýss ára gamla Vesturkirkjan, ið greitt sæst sum eitt monumentalt seglskip, slupp, hvar tú so sært hana frá. Hon økir um fatanina av býnum, eisini tá fremmandafólkið skoðar úr hotellvindeyganum við Oyggjarvegin. Ein farri av somu tankum, strembandi segl við havið, síggjast í ætlaðu kirkjuni, sum ...

Skulu vit banna telefonum í kirkjuni?

Í morgun eru nýkosnu donsku kongshjúnini í kirkju í Aarhus. Veitsludagurin verður hátíðarhildin í danska sjónvarpinum, public service kanal nummar eitt, meðan TV2 sendir Sommer i Tyrol .  Tað er heilt vist, skuldi nakar ivast, at á teim røttu kanalunum hava kongshjúnini eydnast at sementera tankan um eitt modernað kongshús og duga fyrimyndarliga at halda fast í tí symbolikki, sum uttan sjónlig vápn og annan potensierandi útbúnað, skapar tankan um ósvitaliga makt.  Alt er í pakt við fólkið.  Eingin ivi er um, at vit eru í oddinum av maktini í danska ríkinum.  Hugtakandi, hvussu makt kann spinnast upp úr ongum. Hugtakandi, hvussu vit kunnu leggja makt inn á kirkjugólvið, bjóða teimum røttu við og senda í public service sjónvarpi og savna eitt kongaligt lið av ummælarum í vetrarkalda túninum, sum púra laiv kommenterar øll ritual og alt tað, sum fer fram henda fólksliga veitsludag, har eisini vanlig fólk hava eydnast at fáa billet, sum upp til fleiri kirkjugangarar eru f...

Hanne Marit, Anna Magdalena - og Bach

Aftanfyri ein stóran mann stendur ein sterk kona. Tað verður sagt í nógvum mentanum. Á týskum Hinter jedem erfolgreichen Mann steht eine starke Frau, og á enskum Behind every great man is a great woman Innan vit bakka í hesum kynsbundna uppáhaldi, um týska húskið hjá gamla Bach, fara vit fyrst eitt av tveimum leggum til Noregs. Har er ein, ið eisini eitir Bach, sum í bók frá 1982 brúkar x-faktorin at lýsa yrkjaran André Bjerke, tá hann sigur ”Det er sagt at bak enhver stor mann står en forundret kvinne og ofte flere forbløffede venner”.  Hvussu er og ikki, týskvøldið var eg púra paff av 26 ára gomlu norsk-føroysku sopransangarinnuni, Hanne Marit Mordal Iversen, sum sang í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum, undir hevdvunnu yvirskriftini Bach í kertiljósi, sum úrvalssolistar saman við Aldubáruni, hava framført, eftir at Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiddi so hugfarsliga um júst Bach, so tað ljómaði gjøgnum øldir, tríggjar minst, meðan vit í tí fjara hoyrdu sogið av sjógvi og ...

Dansur í kirkjuni

- Du er so glad, skal vi danse? spyr ein kórsangari og bjóðar mær út á gólvið í Havnar kirkju. Men nei, eg haldi ikki tað er rætta løtan, staðið ella høvið. Men tað ger birgi síðumaðurin, Jónheðin, sum eg havi dyrkað útgávur hjá Kirkelig Kulturverksted saman við síðani í áttatiárunum. Hann er limur í kirkjuráðnum á Argjum, so hann tekur ein vals í Havn. Bert fá eru møtt, mest sum eingin, til fríggjakvøldskonsertina hjá norska Solheimkoret úr Alf Prøysenlandi á Hamar og Lillehammer leiðini í Hedmark har suðuri í Noregi, eystanfyri fjøllini. Tað er gammeldansmesse og heystfagnaður úr katólskari tíð. Kórleiðari er Pernille Stramrud og føroyska Angelika Nielsen er við á fiól. Fyrr um dagin havi eg sæð kendar íslendskar filmsleikarar sum Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrún Gísladóttir í grannalagnum, tí saman við Kyk-Myndum hjá Jón Hammer skulu tey taka upp seinastu senu í einum íslendskum spælifilmi, Missir (Loss), sum Ari Alexander og Ergis Magnússon leikstjórna...

Náði oman á náði

Í dag er hvítusunna, vit ynskja gleðiliga hvítusunnu og vit ynskja allari kirkjuni til lukku, tí hálvtrýss dagar eftir páskir hevur hon føðingardag, kirkjan. Tí var konsert í Vesturkirkjuni í dag við 73 ára gamla organistinum Iver Kleive og 61 ára gamla gittaristinum Knut Reiersrud og stóra Bach kórinum í Oslo, sum telur útvið 60 røddir. Umframt hina almennu kirkjuna, er høgtíðin so stór, at ein heil privatrørsla hevur tikið navnið til sín, hvítusunnusamkoman. Mentasøguliga stinga heitini so djúpt, at fyrr varð sagt pinsameinigheit, sum í grannalondunum, og ynskt varð gleðilig pinsafest. Veitsla hoyrdi teim, sum stóðu uttanfyri til, teim sum spældu harðan jazz á klaver, heldur enn lagaligt pumpiorgul, og tí vóru æviga fortapt, fyri ikki um at tala tey, ið praktisera barnadóp og konfirmatión, og tí kúga teir bíbilsku sannleikarnar, sum ein pinsaevangelistur skrivar í dag og heldur enn at gleðast ávarar um trúarligt forfall, nú vit eru í endatíðini: ”Í endatíðini ræður um at koma sær ve...