Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2005

Kjølstrektur longsul

Petur Rouch heima í stovuni við klassiskum countryplátum á borðinum og uttanfyri á Spógvavegi 51 í Havn. Meistarligu svørt-hvítu myndirnar tók Thomas Koba til greinina, sum stóð í Dimmalætting í juni 2006. Dimmalætting juni 2006: Norrøna hevur loyst og countryfólkið veittrar farvæl til oyggjar og land. Í tríkvartstakt stevna vit út á hav, leggja alt aftur um, njóta lívið, vinfólkini og sameinandi tónleikin Rannsóknarferð Birgir Kruse Skúlaflokkar, lærarar og foreldur tyrpast í fráfaringarhøllini, har covboyhattar hómast sum ýti, fremst í røðini. Fyriskiparin Fimmboði Lisberg titar millum fólkið og tosar fram fyri seg. Neyvan hevur nakað amboð sum fartelefonin eftir so stuttari tíð broytt atburð á allari klótuni. Hóast tronga plássið og stóru mongdina, eini 500 fólk, henda annan hvítusunnumorgun, gongur tað sum eftir ánni, og brátt eru vit umborð. John B tekur fryntligur ímóti við reseptiónina, og har situr Jákup Isaksen, lærari á Fossanesi, sum var við á fyrsta countrytúrinum. “Hetta v