Skaldsøgan Rekamaðurin eftir rithøvundin Jens Paula Heinesen sála er seld tveimum stórum forløgum - W.W. Norton í USA og Canongate í Stóra Bretlandi - í enskari týðing við heitinum The Driftwood Man. Virðislønti amerikanski týðarin Damion Searls og dóttur rithøvundin, Elin Brimheim Heinesen, hava saman týtt skaldsøguna. "Eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum", sigur varastjórin í amerikanska forlagnum um skaldsøguna. “Eg má klípa meg í armin fyri at trúgva tí, sum er hent!” sigur Elin. Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egna forlagi sínum, Gestur. Skaldsøgan gjørdist ein klassikari í Føroyum og er áður týdd til norskt, svenskt og íslendskt. Skjótt kemur hon út á enskum á tveimum av teimum mest viðurkendu forløgunum í ensktmælta heiminum. Hetta er fyrsta skaldsøgutýðingin hjá Elini Brimheim Heinesen, men amerikanski týðarafelagi hennara, Damion Searls, er ikki hvør sum helst. Hann hevur áður týtt skaldsøgur m.a...