Størsta norska bókaforlagið, Cappelen Damm, boðar nú frá, at tey taka eina fótbóltsbók aftur, eftir at norska ríkisútvarpið, NRK, hevur avdúkað, at vitlíki hevur skrivað, hóast ein høvundur stendur á permuni. Bókin "Lise vs. Gianni" er um dystin millum forsetan í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, 45, ið umframt drúgva fortíð sum fótbóltsspælari, er løgfrøðingur, og FIFA-forsetan Gianni Infantino, 56, sum eisini er løgfrøðingur. Kvinnuliga fótbóltsstjørnan, Lise Klaveness, hevur vitjað í Føroyum. Høvundurin at bókini er journalisturin Niels Røine, sum eisini er kendur úr norskum fótbóltshøpi. Av átta bókum fær henda ringasta støðumet og verður kallað "sjálvmál". Norska forlagið, Cappelen Damm, undirstrikar kortini, at ikki bara henda, men hvør einasta útgáva hjá forlagnum verður nágreiniliga viðgjørd av fleiri kønum og vitugum fólkum og í fleiri liðum og stigum, bæði í máli, innihaldi og útsjónd. Kortini er tað ikki tikið burtur, men stendur eftir sum hj...