Skip to main content

Posts

Showing posts with the label herverk

Tá herverk verður gjørt á landið

Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt. Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut , tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga. Í løtuni manglar bara víðkaða traktorrulliportrið, so er landslagsinstallatiónin fullkomin og fullgjørd. Tað hevur listamaðurin sagt í miðlunum. Hvør hevur latið stuðul til hesa verkætlan? Tað kann so ikki vera Sunda kommuna, sum hevur ein skilagóðan og ítøkiligan mentapolitikk, har lurtað verður eftir borgaranum, tað eg veit. Og hvør skal beina fyri betongfundamentinum og allari listainstallatiónini, tá onnur...