Skip to main content

Posts

Showing posts with the label myndlist

Millum ferðafólk og altartalvur

Um dagarnar hitti eg amerikansku hjúnini, Neils og Neelie Skoulund Kruse, sum búgva við Foxánna í Cary, Chicago.  Tey vóru við ferðamannaskipinum Azamara, og nú Neils verður 75, hava tey sett sær fyri, fyrstu ferð, at vitja í Føroyum.  Hann er av Kruse ættini úr lítla staðnum Snogebæk, "et fiskerleje", millum Nexø og Dueodde heilt har eysturi á Bornholm.  Fyrsti Kruse, sum kom til Føroya, Jens Jørgen, var hagani og síðani hava nøkur fólk í føroysku ættini tikið Snogebæk sum millumnavn. Fyrstu ferð eg møtti Neils var í januar 2001, tá Edward Fuglø, Unn og eg vitjaðu framsýningina, "Vikings: The North Atlantic Saga", í American Museum of Natural History í New York. Ørindini vóru at skapa eina fatanarrammu um Útnorðurframsýningina "Hunters of the North" , sum hevði føroyska heitið "Veiðimentan í Útnorðuri" og norðurlendska heitið "Fangskultur i Vestnorden". Edward skuldi seta handritið hjá Jóan Pauli Joensen í senu, so framsýningin kund...

Edward í Steinatúni

Ólavsøkuaftan klokkan 15 letur størsta myndlistaframsýning í Havnar ólavsøkusøgu upp í gamla Føroyabankabygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni við ikki færri enn hálvfems myndlistafólkum á øllum trimum hæddunum. Her hevur Edward Fuglø kuraterað Ólavsøkuframsýningina 2026 Listating, við enska heitinum ArtThing, saman við nevndini í Listafelag Føroya. Í tilgongdini havi eg týðuliga sæð, at Bárður Næs hevur verið ein tryggur stuðul, hóast hjálpartoymið telur tólv folk. Í skránni, sum Edward stendur við á ovastu myndini, eru 184 blaðsíður, har avmyndaðu listafólkini eftir fornavni lýsa seg sjálvi á føroyskum og enskum. Elsti er Zacharias Heinesen (f.1936) og yngsti er, sum Edward sigur 20+. - Frá altjóða virknum listafólkum til rótføroysk oyggjalistafólk. Allir aldursbólkar eru umboðaðir og øll møgulig hugsandi tøkni. Vegna umbyggingar í Listaskálanum, sum annars í mong ár hevur verið fasti karmurin um Ólavsøkuframsýningina, verður framsýningin í ár á trimum stórum hæddum í bygnin...

Kjølstrektur longsul í langfarabygd

Jórunn Gudmundsen er leiðari í nýggju Messuni í Sørvági. Við sýni inn móti sandinum tváar countrytónleikur rundleitta rúmið við einum himmalskum sangi, so eg hyggi upp. Haldi, at staðbundni tónleikurin fær tað at klárna inneftir, og knýta uppeftir í kjølstrekta longsulin, sum í eini langfarabygd var kjarnin í einum ektaðum countrysangi. Pól Skarðenni hevur teknað Messuna, ið er bygd undir bátinum Astrid, sum í 1973 hoyrdi heima á Tvøroyri, og síðan aldarskiftið var í Fuglafirði undir navninum Marna FD 193, men upphøgdur í 2018. Nú sæst hon hálvd omaná Messuni. Pól, sum er verkfrøðingur, og sjálvlærdur listamaður, hevur starvsstovu í Vatnsoyrum. Í løtuni sýnir hann fram uppi í Dalinum. Her er motivið úr Funningi. Tað var sørvingurin og bókavørðurin, Erhard, sum við einum Facebookuppslagi í dag freistaði meg at koyra vestur. Tað gjørdi hann í einum fyndugum setningi um tey, sum ikki eru á ásveldinum , tignarligu maktleingjuni í tvørskurðinum av Sentralføroyum, har Klaksvík er norðast vi...

Tarvafjósið ein týsdag

  Fert tú til Eiðis í dag, so sært tú gamla Tarvafjósið uppi í Kolli, sum Telefonverkið seinni gjørdi reytt, myndprýtt við verkinum "Garden of Memory", Garður við minnum, har vit síggja eina eldri konu, liggja barðlong á rygginum í sólini, við reyðum garni í niðara vinstra horni, einum farra av sjógvi ella luft uppi til vinstru, og restin av myndini, niðast, ovast og longst til høgru, eru barnaleiku, ein bamsa og ein bátur, ein seymimaskina, at spæla við, og ein tómur dukkuvognur. Eg spyrji italska veggjamyndlistamannin, Edoardo Ettorre, um motivið og kvinnan eru av Eiði. - Nei, sigur hann og festir sær í. It's universal. Tað er eitt altjóða motiv, eg arbeiði við. Eg spyrji, um eg skal vága mær at ganga undir hangandi lyftina í bakkanum, og hann nikkar og sigur jú, her er alt trygt. - Hvaðani ert tú, spyr hann, tá italski parturin er liðugur. Jú, eg búði her til í 1976. Aha sigur hann, og fortelur, at hann býr in a cottage by the sea har niðri. Og har niðri á Hamri,...