Fríggjadagin 4. mai helt Hanna Kampmann hesa røðu í Listasavni Føroya, tá framsýningin Ein modernistur í Føroyum við 52 málningum eftir pápan, Jack Kampmann, varð sett: Eins og hendan framsýningin setur fokus á tey listarligu avrikini hjá pápa mínum árini 1948 til 1961, fari eg at seta fokus á nakrar av teimum myndunum, sum koma fram í mínum hugaheimi frá hesum tíðarskeiði - og eins og verkini, sum eru komin upp at hanga, av fakfólki mett sum tey bestu - eru hesi minnini fyri meg. Hesi minnir eru tengd at, eitt nú einum vetrardegi við kava, tá eg havi verið um 4-5 ára aldur. Vit koma gangandi hond í hond eftir Niðara vegi á veg heim frá atelierinum, sum hann tá hevði úti á Mørkini, nakrar hundrað metrar frá Fitjunum har vit búðu saman við ommu og abba mínum. Hesin gongutúrurin, ein av nógvum, meðan hann fortelur og greiðir mær frá, hvat kavi er fyri eitt fyribrigdi - og nøkur ár seinni, eisini á Niðara Vegi, heim úr biografinum, har vit sótu á 14. røð - við stórum armrørslum, ú...