Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2000

Børn skilja munin

Sosialurin 6. juni 2000: TELDUSPØL Børn eru tilvitað um munin millum veruligan harðskap og tann, sum fer fram í telduspølum. Og tað er meira avbjóðingin enn harðskapurin í telduspølunum, sum lokka tey at spæla Harðligar myndir frá sjónvarpi ella telduspølum kunnu vera ein av mongum orsøkum, tá børn og ung fremja harðskap, men orsøkin til harðskapin skal ofta finnast í einum samanspæli millum fleiri ymisk sosial viðurskifti. Hetta er ein av niðurstøðunum í høvuðsritgerðini í PD-lestri í miðlum og samskifti á Danska Læraraháskúlanum, sum Birgir Kruse júst hevur gjørt. Hann hevur kannað ávirkanina, sum harðskapur í miðlum - sjónvarpi, filmum, telduspølum og øðrum - hevur á børn og ung, og niðurstøðan er, at telduspøl eru hvørki høvuðsorsøk ella einsamøll orsøk til, at børn fremja harðskap. Birgir Kruse hevur leitað fram allar hugsandi kanningar á økinum, og hann hevur eisini sjálvur gjørt kanningar í Føroyum og Danmark. Út frá hesum tilfari hevur hann so skrivað høvuðsritgerðina.- Børn e