Meðan maðkaveður er kent á bygd og í bý sum slavið veður, tá ið vandi er fyri at maðkur kemur í kjøtið, so er eiturkoppaveður so ókent fyribrigdi, at nú eru stundir at finna uppá tað. Eiturkoppaveður. Framman fyri rútinum er hetta lítla áttaføtta kyktið, araneida , sum ger sær nót at veiða dansandi síðsummarshuldur í. Huldan tyngir netið. Tað sæst best, um ein sponsk sitrón verður løgd á svarta garðin aftanfyri. Eiturfon kallar onkur ta spunnu nótina, sum er púra ópolitisk og uttan maðk. Her sæst hann arbeiða seg niðureftir, eiturkoppurin, í slavnu lýkkuni. Á Syðradalsvegnum sigur hitamátarin í bilinum at hóast klokkan er farin av átta so eru 16 hitastig úti. Farin um rulluportrið Norðuri á Trøð á Velbastað síggi eg, at bøurin er sligin og allir bøndur eru til arbeiðis. Seyðurin ger tað sama, sum hann ger alt árið í kring, etur og etur. Frá Hoygarðinum til Fosdalsá í næsta dali hava teir tendrað ljósini á traktorunum, ið savnað grasið. Traktoregg rópar onkur tað...