Í dag er bólturin farin á rull, so vit veruliga fáa innlit í miðlafótbólt í real time, annan vegin sum heilsugóð savningarmentan, men hinvegin sum náðileys pengamaskina. Við 48 londum byrjar hin størsta heimsmeistarakappingin í mansfótbólti, FIFA 2026, í dag, 11. juni og endar 19. juli. Tilsamans 104 dystir í 39 dagar, spældir í trimum londum, USA, Kanada og Meksiko í fýra tíðarøkjum. HM 2026 verður hýst í 16 vertsbýum í USA, Kanada og Meksiko. Fyrsti dystur verður spældur á Estadio Azteca í Meksikobýi, mest ikoniska HM-stadion nakrantíð, tí har var fyrsti HM dystur í Meksiko í 1970, tá Brasil við triðja HM sigri hjá Péle vann 4-1 á Italia, og so " Hand of God" og " Goal of the Century" hj á Maradona í 1986, tá Argentina vann 3-2 á Vesturtýsklandi. Azteca verður nú fyrsti leikvøllur at hýsa HM fyri triðju ferð. Endadysturin verður spældur 19. juli á MetLife Stadium, East Rutherford, New Jersey. BBC hevur eitt yvirlit, har øll 48 kappingarlondini verða lýst ...