Children in a Digital World (UNICEF 2017) Fleiri og fleiri børn eru á netinum, sigur ST-stovnurin UNICEF í árligu frágreiðingini. Nú er triðihvør á netinum eitt barn, verður sagt í fráfreiðingini Children in a Digital World, sum kemur út í dag og fæst ókeypis á netinum. Ein sjónlig avbjóðing í nýggju frágreiðingini er, at 71% av teim 15 til 24 ára gomlu eru sambundin, connected, meðan bara 48% av øllum brúkarum eru sambundnir á netinum. Atkoma, access, til internetið, verður mett sum ein fyrimunur hjá børnum í allari verðini, heilt frá útbúgving til nýggj sosial sambond og samfeløg. Vandi er tó í allari vælferð. Í tíðindaskrivi úr New York í dag, hevur UNICEF hesa samanfatandi áheitan longu í yvirskriftini: Make the digital world safer for children - while increasing online access to benefit the most disadvantaged Ov lítið verður gjørt við at kanna, hvussu børn brúka internetið, sigur UNICEF. Hóast vit í Føroyum helst hava flestu og nýggjastu teldur og lí...