Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2011

Tak mynd av yvirskegginum

Mynd frá amerikansku heimasíðuni Climberism, sum vendir sær til fjallaklintrarar Tak mynd av yvirskegginum og stuðla Krabbameinsfelagnum. Í dag, mikudagin 30. movember, verður heitt á øll við yvirskeggi, at lata tað avmyndað. Hesi yvirskegg verða givin út í bók 9. desember og øll inntøkan fer óskerd til Krabbameinsfelagið. Movember, mánaðin, ið eisini verður kallaður november, líður nú móti endanum. Mong eru tey, ið hava undrast á øll yvirskeggini, sum vit menn hava latið vaksið í movember. Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa fyri at varpa ljós á og savna pening til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum. Í ár verður peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba. Mong lond í heiminum hava egna movemberrørslu, so er tó ikki í Føroyum. Tí hevur ongin skipað innsavning verið her. Fyri at hetta stóra arbeiðið, ið vit hava gjørt fyri at lata okkara yvirskegg vaksa, ikki skal fara fyri bakka, ver...

Myndaódn - og eitt prent til limir í Steinbrá!

Hetta er myrkasta tíðin og vit hava meir enn nakrantíð tørv á at savnast um okkara góðu skapandi orku. Tí eru øll eru hjartans vælkomin til upplatingina í Steinprenti á Skáltrøð í Havn leygardagin 3. desember klokkan 15-17, har Myndaódnin 2011  letur upp. Framsýningin verður hangandi til 14. januar 2012.  Síðan ta umfatandi framsýningina hjá Claus Carstensen Klaksvikaffærer, sum Steinprent hevði fyrr í heyst saman við Norðurlandahúsinum, hava málningar hjá Hanna Bjartalíð hingið í gallarínum hjá Steinprenti. Fleiri fólk hava arbeitt á verkstaðnum í heyst. Eitt nú hevur Tróndur Patursson gjørt eitt verk saman við skaldinum Carl Jóhan Jensen. Tað verður millum mongu verkini, ið verða framsýnd á Myndaódnini 2011 , sum nú letur upp. Hansina Iversen hevur somuleiðis arbeitt á verkstaðnum og fi ngið væl buturúr; heili 6 nýggj prent, umframt eitt prent til limirnar í Steinbrá. Myndaódnin 2011 er heitið á framsýning í Steinprenti, ið á hvørjum ári lýsir upp sum ein listarl...

Countryklubbin á Konmansmýru

Leygarkvøldið 26. november møttist countryklubbin heima hjá Peturi Rouch á Spógvavegi á Konmansmýru í Havn. Seytjan ár eru liðin síðani vit møttust fyrstu ferð í Tórsbyrgi. Umframt í Havn og Havnardali, hava vit eisini verið norðanfjørðs, í Klaksvík, í Múla og á Viðareiði. Í durinum stendur Petur fyri okkum við einum Hank Williams snapsaglasi úr Montgomery í Alabama. Manningin hevur verið eitt sindur skiftandi, alt eftir hvør er heima og hvussu tað í allar mátar liggur fyri hjá hvørjum einstøkum. Hetta leygarkvøldið uppi hjá Peturi vóru vit Oddbjørn, Heri, Ragnar, Milson, Sonhard, Jóhan, Terji, Hjørleif, Hjalti og fyrimyndarligi verturin Petur. Góður og fjølbroyttur matur varð bílagdur frá Hansu á Argjum og dúgliga varð sungið úr sangbókini hjá Hank Williams, sum sæst omanfyri. Milson spældi dobro og Ragnar, Sonhard, Jóhan, Hjalti og Hjørleif spældu gittar. Oddbjørn hevði ein forvitnisligan fyrilestur um sangin A Dear John Letter og vísti filmsupptøkur, sum Karl Sofus í Heimis...

Biddaragongd ella sjálvbjargni

Undir yvirskriftini Nei til biddaragongd - Ja til sjálvbjargni varð skipað fyri breiðum fólkafundi í Vágsbotni í Havn kl 13 í dag. Fyrireikararnir, sum ikki hava eina flokspolitiska kós, men eru úr einum breiðum skara, hava undan fundinum sagt soleiðis á Facebook:  "Latið okkum savnast og gera greitt, at føroyska tjóðin vil gerast sjálvbjargin, og at vit sjálv megna at skapa framburð og egnar loysnir í landinum. Vit mótmæla, at landsins stjórn ger okkum til biddarar, bindur okkum fastari at veitingum úr øðrum landi og brýtur niður felags kósina fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni, sum breið politisk undirtøka hevur verið fyri." Fólkafundurin savnaði nógv fólk í góðveðrinum. Fundurin byrjaði við røðu hjá Sigri M. Gaïni. Síðani hoyrdu vit heimasandsmannin Jón Danielsen, stjóra í Articon, og honum á baki helt havnarmaðurin Høgni Mohr, myndin, eina fyndarrøðu, beint fram fyri øllum føroyingum. Hann er farin um tey áttati og varð stórliga fagnaður. Poul Michelsen úr F...

Ein fløvi frá Shell í London

Hesin teldupostur kom í morgun: Mín teldupostadressa er millum fimm hepnar, sum fáa £350.000, tað er 3 milliónir krónur. Tað sigur Mr John Anderson vegna alt stýrið í Shell Petroleum í London, svart uppá hvítt. Ikki smávegis. Eg fari beint at skriva nýggjan ynskilista til jólamannin. Men bíða nú, eg skal fyrst senda harra Anderson nakrar upplýsingar og opna hansara viðfestu gávu. Nei, eg bíði til jólaaftan at lata upp gávur. Eisini tær frá Shell, sum helst koma frá Hell.

With God on our Side

Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? skrivar Paulus ápostul í brævi til rómverjar. Hetta við Guði er ikki longur ein spurningur millum meg og gravarbakkan, men ein útvortis partur av føroyskum kjaki. Ikki dialektikki, men heldur tí øvuta, eini teppan av vantrúgvandi mótpartinum. Fyrstu ferð eg fekk Guð í retoriska rangastrúpan var tá ein vælmeinandi prædikumaður settist við skriviborðið í Útvarpinum, hugdi djúpt í eyguni á mær, sum var hann Uri Geller og spurdi við tølandi rødd: “Birgir, hvussu hevur tú tað við Gud?” Eitt retoriskt knock-out eftir at eg so himmalskt fegin kvøldið fyri hevði larmað í Útvarpinum við fyrstu Rokk Redaksjónini. Á Bryggjubakka, tað mundi vera í 1978. Tríatitrí ár seinni. Meðan arbeiðsmenninir hjá kommununi hanga jólapyntið upp á Áarvegnum, kallað verður til fyrsta tingfund á Tinghúsvegnum og løgmaður umhugsar nýggjársrøðuna úti í Tinganesi, grundi eg yvir, hvussu Guddómurin verður brúktur sum maktfaktorur í politiskum retorikki. Og hví menn ...

Tøkk til Nám

Eg havi verið í starvsvenjing hjá Námi. Seinasta dagin fekk eg eina gávu, og slapp at skriva ein blogg, ið tú nú lesur. Hetta hevur verið sera áhugavert og ógvuliga læruríkt. Eg havi stóran áhuga innanfyri ritverk, og hesar tvær vikurnar hava ment mín áhuga. Eg skrivaði starvsfólkunum í Námi eina lítla yrking, ið eg fegin vil deila við tykkum: Nám eg vil takka fyri alt, og at tað ikki var salt Takk fyri dagar tíggju, sjálvt um teir vóru eins og níggju. Nú síðsti dagur stendur við lið, vil eg takka fyri tykkara sið. Takk, takk fyri hetta snak, Manga og manga og manga takk  Takk fyri góða, farna tíð, vónandi síggjast vit aftur áðrenn sí. "Eg kundi nevt tykkum við navni, men tykkum øll eg nú savni, undir einum navni: Nám!" Dina Jensdóttir Bech, 9.a flokkur, Stranda skúli. DinaBech96@hotmail.com

Kom til sakina

Helst er tað so, at einki land í heiminum hevur so nógvar miðlar sum vit í Føroyum. Í hesum døgum verður dag fyri dag avdúkað, at flestu av hesum miðlum eru sussimiðlar. Keldurnar, í hesum føri løgreglan, høsnast og kjánkar um einki, ballar orð inn, so vit illa skilja, hvat talsmaðurin sigur í opnu mikrofonina. Hetta var eisini galdandi tá ein bilur við skilaleysari koyring rendi á fleiri barnagarðsbørn. Minnist meg rætt, vissaði heimildarmaðurin okkum um, at einki var galið við bili og koyring. Hesin undarligi óvilji til at siga eksakt frá, og tó vilja lata seg hoyra, smittar og plantar seg víðari út í pressuna. Alt verður ein malan um heitan greyt, har orð ikki eru áljóðandi og einki verður sagt fyri at verða beint fram sannur. Floymurin av tíðindum endar í túnatosi, sum er sogið fyri innihald og upplýsing. Niðurstøðan er at eingin liður í føroyska tíðindafloyminum kemur upp um Ekstrablaðið og BT, um vit samanbera við Danmark. Men har hava tey eisini aðrar miðlar, sum duga at sk...

Heimkoman á Spotify

Heimkoman. Nú fæst ókeypis nettænastan Spotify eisini í Føroyum. Danska skrivstovan KODA, sum krevur pengar inn fyri tónleikarar á okkara leiðum, hevur á fyrsta sinni gjørt avtalu við Spotify. Avtalan byggir á hvussu nógv klikk, ella hvussu ofta og nógv brúkarin streamar , tekur niður ymsu tónleikastykkini við ókeypis forritinum. Tænastan er tengd at Facebook. Har eru flestu fólk, sum brúka mesta tónleikin, longu frammanundan. Hetta er lætt, skjótt og ókeypis. Opinleiki liggur til grund fyri øllum tílíkum tænastum á netinum. Er okkurt at goyma, so er at vera varin við privatum upplýsingum, her eins og aðra staðni. Tað góða er, at eg sum brúkari kann finna júst tann tónleikin mær hóvar, til gerandis og heilagt, hjá Spotify. So kann eg leggja tónleikin í skráir, sum kunnu broytast og skiftast út til jólatónleik ella bara nýtt á tí økið, sum hevur mín mesta áhuga, nýggjan rokk, sum ikki fæst til keyps her, til dømis. Vit eru partar av KODA og danska ríkinum, so ókeypis tæna...

Guðsnavnið er í fleirtali

Myndina omanfyri tók eg á Sunset Strip í Hollywood í 4. oktober í ár. Dagin eftir, tá vit vóru farin heim, varð fyrri partur av nýggja heimildarfilminum um George Harrison, Living in a Material World , frumsýndur á Home Box Office.  Ikki hevði eg væntað at hesin drúgvi filmur, 208 minuttir, fann vegin til Havnar Bio mitt í Havn. Men so varð. Sunnukvøldið kl 18 var allur filmurin vístur við einum skrásettum steðgi. Klokkan var 21:50 tá liðugt var. Sýningarstøð og mentapallar hava ta uppgávu at definera okkum sum partar av heimssamfelagnum og lofta teim mentanarligu tilboðum, sum har eru. Ymist er, hvussu hetta eydnast, tí høvuðsstaðurin er mest sum deyður. Men í løtuni eru tað Harrison og Oksanen. Martin Scorsese er leikstjóri. Hann eigur annan av mínum yndisfilmum, Taxi Driver (1976). Umframt spælifilmar hevur Scorsese eisini gjørt væleydnaðar konsert-heimildarfilmar, sum The Last Walt (1978) um The Band og teirra vinfólk, og Shine A Light (2008), sum er ein konsert við T...

Villanellur á Mortansmessu

Sum sæst á myndunum komu Carli, Hallstein og Anna Doris á vitjan. Eftir prát um manntal nýtti eg høvið at fáa Carli at lata upp ársins sjálvgivnu gávu, ellivu fløgur við Dylan Thomas (1914-1953), keyptar í City Lights Bookstore í San Francisco í september. Jólini nærkast, so hetta var gáva, ið dugdi eitt fríggjakvøld í Havn. Og so foor frá. Rage, rage against the dying of light í villanelluni til doyggjandi pápan  Do Not Go Gentle Into That Good Night.  Kendi yrkjarin úr Wales doyði 39 ára gamal í New York, har hann búði á Chelsea Hotel. Og eg hugsi um at tað eru lítið tekkiligar fyrimyndir at hava í tónleiki og skaldskapi; Hank Williams, Gram Parsons og Dylan Thomas. Men tað er ein sjáldsama ríkandi fragd at lesa og hoyra teirra avrik og traðka í teirra seinastu jarðisku fet. Enn liva teir á fløgu og í bókum. Enjoy, enjoy!