Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skúli

Onnur sending úr Hoydølum

Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggja tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum. Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av. Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana. Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum. Sangúrvalið, prátið millum tey og Eyðun, lýsandi portrettbrotini, ið kunnandi traðka burturúr, og so framhaldandi...

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

  Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum Mynd: Birgir Kruse Sjónvarsendingin, sum hevur heitið Hoydalar , er hin fyrsta av fimm, og varir knappan tíma komandi hóskvøldini. Logo er teknað soleiðis, at stavurin O er blivin ein grammofonpláta. Hoydalar byrjar í Kringvarpsstíli við eini hástemtari mansrødd, sum sjálvspeiandi kunngerð teir dýrgripir og sangskattir, ið her hava savnast og ment seg.  Beint sum eg undrist yvir tað pátikna patetiska í røddini, verður klipt til ein torpederandi og dekonstruerandi snúningssetning um, at nú er langt síðan síðsta pisan er floygd, og at alt ov leingi hevur verið kvirt.  Eg gerist paff av hesum perfekt taimaða inngangi, ið lyftir seg sum ravnurin hjá Martini úr tú sjálvsagda skúlanum, sum einaferð var.  Haldi, Thomas Koba eigur hana, góðu, sum í perfetto , inngangsrøddina. Og so er eitt transistorradio sambingarliðið, og vit eru on. Sum í on air . Mynd: Bjarni Árting Rubeksen ...

Skapti Epstein ein ring av call girls?

  Við Beatles- og listabókum á borðinum í íbúðini House of Sin hjá Epstein í París, sæst bretski politikarin og diplomaturin, Peter Mandelson, í undirbuksum við eini ónevndar kvinnu í morgunkápu. Amerikanska Department of Justice kunngerð myndina. Ríkmaðurin Jeffrey Edward Epstein (1953-2019) verður á Wikipedia lýstur við hesum inngangssetningi: American financier, child sex offender, serial rapist, and human trafficker. Afturvið myndum av politiskum maktpersónum í berum undirbuksum, sum omanfyri, og einum bretskum prinsi, ið toyggir seg inn yvir eina unggentu á gólvinum, undrast vit yvir tíðindini, sum eisini eru undirbygd av orðaknøppum meylsamskiftið frá Epstein, ið greitt er um kynsligar tænastur, eisini til norsku krúnprinsessuna. Er hetta nakað, sum er frammi í tíðini, har maktin leitar eftir nýggjum mátum at hundsa við okkum, og sementera sína egnu ódeyðiligheit?  Er reality sjovið hjá Trump flotið inn í okkara egnu stovur og hevur tryggjað honum makt, meðan tað,...

Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?

Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni. Norska minnistalvan sigur, at bara á hesum stað varð hálv onnur millión dripin. Skrivað stendur: «Altid la dette sted vare et rop av fortvilelse og et varsel til menneskeheten, hvor nazistene myrdet omkring halvannen million menn, kvinner og barn, hovedsalig jøder fra flere land i Europa. Auschwitz-Birkenau 1940-1945.» Krígsárini varð ein triðingur av jødiska fólkinum í okkara heimsparti, seks milliónir - og onnur ótald, sum eisini vórðu forfylgd - strikað, tileinkisgjørd, týnd og útruddað, ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru. Myndirnar tók eg í Auschwitz á sumri í 2023, har munkar, lesandi og heilt vanlig ferðafólk møttust í tí, sum eftir er av miðevropeiska villfarilsinum at rudda út tey, ið ikki hóskaðu inn í røttu myndina, sum tá var, av etableraðum dannilsi í koman...

Samanhangandi lesing

Hyggja vit á heimasíðurnar hjá størstu skúlum í Føroyum, so finna vit rímiligvís frágreiðingar um lesing sum miðlandi fatan av tí, ið lisið verður, hvørt tað so er innaní til sín sjálvs, ella til almenningin at fata og fáa samanhangir eftir upplesturin. Henda gongd er í mínum oyrum farin at plága Útvarpið hjá Kringvarpinum. Ikki tí, knortlut mál er ein væl dyrkað disiplin og siðvenja í skriviborðsføroyskum, sum bókmentunarliga varð tikið fram í sendingini Orðavali í morgun við tveimum rithøvundum sum dømi. Kanska eitt sindur stirvin sending, sum manglar tað flow, ið fyrr var, tá Elin Henriksen var tann, sum fekk mikrofonina og tí gjørdist miðlandi miðdepilin. Men ikki so stereotypt tilgjørt, sum hjá Jóhan Hendrikki í fyrndini, ið nú verður brúktur sum eitt fornrelikt, serliga við talskipanini. Røvarasprog kunnu øll skapa, vilja tey halda onnur burtur. Størsti skúli, Glasir , hevur vanligu drúgvu frágreiðingarnar, ið eyðkendar eru úr skúlaverkinum, um allar lærurgreinar frá byrj...

Hvat hevur tú opið fyri Copilot?

  Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni. Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis, at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú. Fyrra dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat eg havi opið á telduskíggjanum. Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg vei...