Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2003

Norðurlandahúsið 20 ár: Seinasta tannáringamáltíðin

Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003: Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini. Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar. Stórfingin føðingardagur Helg

Eg og tónleikurin

Sosialurin 15.mei 2003: Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? Tað vil eg ikki siga, men eitt elektriskt orgul høvdu vit einaferðina. Spældi onkrar sálmar á tað. »Ongum er so trygt at fara« til dømis. Spælir tú nakað ljóðføri? Eg haldi, eg má svara nei uppá handan spurningin. Trummur í Eiðis Ljómfelag vil eg ikki ordiliga telja við. Syngur tú undir brúsuni? Nei. Men skrúvi wc-útvarpið hart frá. Og leggi onkuntíð eina fløgu á. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Man ikki tað? Sum tannáringur við bløðunum Go! og Vi Unge? Ájú. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Rættuliga nógv. Vil siga, at eg lesi yrkingar gjøgnum tónleik. Tónleikur er mítt bókmentunarliga filtur. Rokklyrikkur. Inngongdirnar eru til dømis Hank Williams og David Bowie. Men eisini danskarar sum C.V. Jørgensen og Love Shop. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? Eini 3000 fløgur og kanska 1000 LP plátur. Og nakrar single plátur í nøkrum flower power mappum. Hvat er tín yndisfløga?