Skip to main content

Posts

Showing posts with the label frímerki

Heimsfilmur í Tindhólmi

  Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki. Hóast dagsins miðlar mangan verða mettir sum grunnir, kunnu teir eisini fevna gomlum søgum. Tað er gott, tí júst tær kunnu hava eina dýpd, sum blinkstrandi nútíðin sjálvdan fær, og tí ofta kann hava fyri neyðini. Um ikki annað fyri at steðga á og grunda yvir tilveruna eitt bil.  Til dømis við søguni um drongin, Peter Pan, sum ikki vildi blíva vaksin. Úr tónleikinum kenna vit kanska best Michael Jackson, sum tók heitið á ævintýraoynni úr júst hesi søgu, og kallaði bústaðin Neverland. Upprunin er fiktivi persónurin, Peter Pan, sum skotski Sir James Matthew Barrie (1860-1937) fyrstu ferð skrivaði um í 1902, og gjørdi til sjónleikin um Drongin, ið ikki vildi blíva vaksin í 1904. Í 1911 skrivaði Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá...

Heimsfilmur á Kalsoynni

  ”No Time to Die” er 25. filmurin í 007-røðini. Tað sermerkta fyri okkum føroyingar er, at hetta er fyrsti James Bond filmur, sum partvís er tikin upp í Føroyum.  Føroyski parturin varð tikin upp í 2019. Filmað varð í tveir dagar á Trøllanesi og tríggjar dagar í stórsligna umhvørvinum við vitan á Kallinum. Hesi vitjunarverdu støð norðanvert á Kalsoynni eru kend fyri bæði vakurleika og stórbæri. James Bond í Føroyum Seint á sumri sært tú serliga í Norðuroyggjum fjøll, ið tykjast stoyta seg í havið, rætt sum Kópakonan. Hesa ársins tíð kunnu fjøllini verða so djúpt grøn, at yvir havinum tykjast tey bleiktrandi blágrøn og ganga sum ein hvørvisjón inn í eina dramatiska heild við egnum darrandi liti.  Tí er tað lívsjáttandi, at nýggi James Bond filmurin “No Time To Die” er upptikin á júst hesum leiðum. Hóast Føroyar vóru millum fyrstu í Norðuratlantshavi at fáa sær góðan biograf, eru sjáldsama fáir filmar gjørdir her um leiðir. Kongavitjanir hava verið filmaðar longu í 1907, t...