Skip to main content

Posts

Showing posts with the label happing

Hvør eigur rúmið?

Onkuntíð kanst tú hava eitt moment of Zen. Tað hevði eg nú ein dagin, tá danska Dorte Ågård helt fyrilestur fyri lærarum um talgildisbúgving í Norðurlandahúsinum. Ikki tí, siktið við fyrilestrinum, var at avmarka flokshøli í skúlanum, og hvørji devices , amboð, skuldu sleppa inn í rúmið, og eiga sín natúrliga rætt sum felags amboð í undirvísingini.  Á eitt sindur jánkasligum føroyskum sigur chatGPT uppá fyrispurning, at “eitt moment of zen er eitt sindur sum ein pási í daginum, har tú gevur tær tíð til at fegna tær um tað lítla og taka pustin í ein hektiskari hvønni.”  Hatta vóru so orðini hjá kjattbottinum. Hóast fátæksliga føroyska skrivingarlagið, skilja tey flestu, hvat meint verður við, tá sagt verður that was my moment of Zen. Enska útleggingin er munandi betri, men lat okkum halda fast í teirri føroysku løtuni og serliga í skúlahøpi. Tá fyrilestrahaldarin gekk gjøgnum grein eitt og legði hana út sum hina týdningarmestu í skúlastovuni, legði eg til merkis, at nakrar unga...

Strikaður maður

Tilgjørt klipp úr Dimmu í dag Hesin maður strikaði 77 nøvn fyri tíggju árum síðan. Tey koma aldrin aftur. Strikaði, eru tey. Nú hevur hann strikað sítt egna navn og byrjar av nýggjum, so sum rættarsamfelagið tryggjar honum. Vit eru jú siviliserað fólk í heimsins ríkasta horni, og sum okkara fremsta skald sigur: Í himni er eitt heilt serligt fat til ávís fólk at vaska sær hendurnar í. Hóast vit ikki hava fyri neyðini at dyrka tílík tjóðskapar-rasistisk übermensch hugtøk, sum inngangspersónurin ger, so vil han verða fríkendur í heimlandinum, tí tey 77 komu á hansara leið og gjørdu hann radikalan.  - Eg eri ofrið, sigur hann, ússaligi vesalamaðurin, so eg veruliga taki synd í honum.  Tá rættarframløgan byrjaði vóru fleiri norskir miðlar, ið sendu beinleiðis, tí einki er sum ein góð konflikt. Hon selur væl. Og henda er grundbreaking eksistentialistisk søluvøra. Men Verdens Gang, VG, steðgaði valdsforherligandi propagandaiini hjá norðmanninum, sum tey tó velja at navngeva, so tíði...

Mundi tað vera ein islamistur?

Mundi tað vera ein islamistur, ið gjørdi seg inn á stjóran í Norðurlandahúsinum, sum ein frálík norðurlendsk grein hjá Inga í dagsins Dimmu fortelur um?  Nei, eg bara spyrji, tí í síðstu viku proklameraði sama avís á forsíðuni, at islam var hóttanin hjá okkum øllum í Føroyum.  Tað fekk meg at rista í brókunum, sum rættur gravarasjurnalistikkur skal gera, fáa lesaran og plikttrúna arbeiðaran, fyri ikki um at tala makthavaran, at gera - rista í brókunum - av skrivaða orðinum, tí eingin kraft er sum hon, ið gongur út frá orðinum og sannkenningini av, at pennurin er sterkasta vápnið í heiminum.  Men redaksjónin er altso eina hædd hægri.  Um hon er betri, klókari og meira sjurnalistiskt dannað og betri útborin veit eg ikki, men í veldi yvirtrumfar hon alt, tá hon fer at velja, hvat kundin í butikkini skal fáa fyri oyrað, hann leggur á borðið fyri at keypa pressuna, ið blinkstrar sum profitabul søluvøra í kioskini.  Men nei, henda faktuelt aktuella og staðfesta n...

Orð sum spegilsmynd

Gestabloggari:  Tóra við Keldu, forkvinna í Megd Summi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir. Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran. Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum. Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur. Bretski journalisturin, Catlin Moran, hevur sagt, at fólk, vit eru saman við, eru eins og spegl. Vit síggja okkara egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um speglið er í lagi, síggja vit okkara sonnu spegilsmynd. Soleiðis læra vit at síggja og kenna, hvørji vit eru. Speglini eru ymisk, og tað er sjálvt „aftursvarið” okkum tørvar. Víðari...

Niðrandi eyknevni í fótbólti

Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum. - Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann. Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbilettina. Men aldri minnist eg at filmiska yrkispressan happað nakran fyri eitt likamligt brek, sum til dømis í filmaðu ævisøguni um My Left Foot , har høvuðsleikarin bara kundi samskifta við vinstra fóti. Og fekk hægstu virðisløn fyri tað. Um vikuskiftið varnaðist eg, at yrkisliga ítróttapressan nú er farin at savna seg um eina aðra mentan. Danska Ekstrablaðið og eitt annað útlendskt...

Hvar er markið?

Hesa samansettu og lítið hugaligu mynd av Gretu Thunberg sum Hitler, fekk eg frá einum føroyskum Facebookvini, sum helt hana vera ógvuliga stuttliga. Tað helt eg ikki. Eg sendi straks samansettu myndina til Facebooktoymið, sum í einum serligum kliva tekur dagar í millum í tílíkum málum. Men gakk. Tey halda at hetta við memes er í fínasta lagi. Tað haldi eg ikki. Men so vita vit tað. Hate speech kann burturforklárast sum memes. Tá ert tú in og tjekkaður á netinum. Men tað haldi eg stadigvekk ikki, hvussu nógvan trafikk memes skapa á Facebook.

Afturvið uppvaskinum

Afturvið uppvaskinum í morgun er valretorikkur áhugaverdur at skoða, tá hann verður tikin úr praktiska gerandisdegnum, og tí er so kjøtiligur, at øll hava sæð gongdina, keipurnar, orðalagið og orðavalið, og tí eisini kunnu hava eina kvalifiseraða meining, uttan at leggja seg niður í fortovsparlamentið at sutla við niðasta kommunala frálenslið, sum eg haldi, at hesar báðar forsíður gera, tá tær ikki bara niðurgera, men eisini tileinkisgera Anniku Olsen, sum eftir árskiftið verður høvuðsstaðarborgarstjóri, tí tað er tað hon ynskir sær og brennur fyri, og tað fari eg at ynskja henni alt tað besta við, hóast tað ringasta onkuntíð kann verða, at fáa júst tað, tú ynskir tær, men annars fari eg at ynskja tær alt tað best í borgarstjórasessinum í heimsins besta høvuðsstaði, sum er í Havn, og siga til lukku, ikki til bløðini við sexistiska forsíðuretorikkinum, men til borgarstjóran í sessinum á Vaglinum komandi fýra árini!

So er tíðindaárið byrjað

Tá Høgni er aftur at lesa í Sosialinum , er tíðindaárið byrjað. Uppá gott og ilt. Á skrift er eingin, ið tekur Høgna í akkurát tí dystinum, sum gerandis er millum hasi bæði liðini, tað góða og tað illa føroyska liðið. Verri er við Portalinum , sum fyrr var einaráðandi samheitið við lesarar og lýsarar á báðum liðum. Nú hava tey lorkað tað so til, at høvuðssøgan hjá Stórportalinum er um ein dana, sum fyri tíggju árum síðani lá í ringari song. Nú vit eru við ringasta liðavrikið, so má eg vísa til Kringvarpið mánamorgunin. Tá fingu vit frá morgunstundini at vita, at heilagi klovnurin Bubu, sum er á eini missión frá Gudi, hevði verið í Ísrael og gingið í Jesu sporum. Tí undraði tað meg, at hann ikki vitjaði børnini í Gaza, nú hann kortini var ørindi fyri almenna Barnaútvarpið har á leiðum. Kanska tordi hann ikki fyri bumbulúðrunum. Sigast skal, at hetta var ikki einasta Kringvarpssending úr Ísrael henda dagin. Afturfyrið kundi Dagur & Vika avdúkað, at tað var kommunustjórin ...

Tað er makt í teim foldaðu hondum

Tey rættuliga mongu, sum á ymsan hátt vilja standa fram sum kristin í gerandisdegnum, brúktu í gjár vøllin framman fyri Tinghúsinum at biðja fyri løgtingsvalinum í ovurmorgin. Eitt lógligt tiltak, hvat vit so kunnu halda um tað. Men skal eg taka tey í álvara, so krevja tey eina guddómligu kvotu, a divine intervention , tá endaliga valúrslitið verður talt upp. Guddómliga kvotan skal tá leggjast afturat verðsliga valúrslitinum. Tað er tað, sum biðið verður um, havi eg skilt tað rætt. Eitt kristiligt meirvirði. Eina guddómliga inngrípan í nútíðar føroyskan politikk, sum tey kristnu halda vera blivnan ov ógudiligan. Eftir tí, sum annar av fyrireikarunum, Eyðun Jacobsen, segði í Degi & Viku týsdagin, og tí sum tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sligið stórt upp í heilsíðulýsing fyri valið, so er ágangurin á hjúnarbandið, ið er súlan undir samfelagnum, so nógvur og harður, at nú stendur landið í váða. Ikki kann eg bara mær fyri at smírast, at hjúnabandið er eitt politiskt p...

Meira av tí góða

Meira av tí góða . Tað var heitið á bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði um hotel- og matstovuvinnu í Føroyum í tvær øldir. Ja, ein skrivað bók á prentaðum pappíri, innbundin í permu og seld yvir diskin. Eg fari at loyva mær at brúka hetta heitið, Meira av tí góða , fyrst sum eina áheitan og síðan sum eina viðurkenning. Í báðum førum er adressan Kringvarp Føroya og tær summarsendingarnar, sum har eru, fyrrapart og seinrapart beint nú og ikki fyrr í summar. Tær havi eg ikki hoyrt. Í morgun var telefonprát við unga eiðismannin, sum hevur skrivað eina danska og enska  viðmerking til Sea Shephard um grindadráp . Finasta slag, men tøkniliga eru telefonprát altíð trupul og í ljóði beinleiðis vánalig. Plagi at siga, at einasta grundgeving fyri telefonpráti í einum respekteraðum almannamiðili á okkara leiðum er eitt forsetadráp beint nú. Tey amerikansku revolvaradrápini eru vanligast, og føroyingar ferðast nógv har. Ring til onkran, næstu ferð tað hendur. Ikki annars. Skjót heldur lurta...

Ebba Hentze er deyð, 84 ára gomul

Í gjár 20. mai andaðist rithøvundurin, týðarin og hvassi mentanaraktivisturin Ebba Hentze, 84 ára gomul. Omanfyri er hon avmyndað á Heystframsýningini í 2010 saman við Fríðu Matras Brekku. Sjálvur slapp eg inn í lívið og gerandisdagin hjá Ebbu, tá hon fyrst í telefon, og so á gøtuni kommenteraði eina útvarpssending eg hevði havt í 1996. Evnið, sum upptók hana svárt, var happing. At koma fremmand, ættleidd, til eina bygd, har happing varð dyrkað og sett í system av vaksnum fólki, sum børnini tóku til sín og lótu liva víðari í mýru og muru. Eftir at hava skáksiglt eina løtu á terrassuni heima í Tórsbyrgi, beyð hon mær oman í C. Pløyensgøtu, at tosa um hetta og lívið annars. Eg skuldi hava bandupptakara við, og so skuldi eg fáa eina kalda Tuborg. Tað bleiv til eina sending á Vetrarbreytini í januar 1997. At koma inn á gólvið hjá henni var ein seremoniur, ið var væl fyrireikaður eftir drúgvar kanningar. Einki til tilvdarligheitirnar, altíð research og radaran for frá. Men afturfyri kra...

Kapping um happing

Í hesum døgum er kapping um happing. Tú skalt lurta væl í útvarpinum hesa vikuna, at skilja munin á evropeiskari tónleikakapping og føroyskari fólkahapping. Á Facebook eru grannvaksnir lærarar, ið eisini hava klakt aðrar lærarar, ið happa, so tað stendur eftir í. Alment peika teir á ein, sum fær eyðknevnið høvuðshapparin á Læraraskúlanum. Git mær tað! Á sama fólksliga tingstaði, Facebook, fær mest lisni føroyski netstaður, Portalurin, ákoyringar fyri ikki at skriva landanøvn rætt. Kikarin kann stillast so vit straks finna orsøkina at peika í skúlagarðinum: Og straks er ein medkjakari, ið tekur evnið upp og kann hanga ikki bara eitt spjaldur, men fleiri spjarrandi spjøldur um krikan á rukkuni, innan hon verður kjølhála: Happing er vorðin ein føroysk fólkaítrótt, serliga fyri tilkomnar lærarar og fyrrverandi ungkommunistar í útlegd. Ivaleyst kenna teir seg allir sum rukkan umborð, nú eingin saknar teir eftir at múrurin fall og rættstaving í fjara heimlandinum livir s...

Páskasøga um egg og hønur

Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Páskir venda aftur á hvørjum ári. Í hvussu er øll tey ár, ið eru okkum unt. Páskamorgun fann eg henda gamla blogg, sum eg langt síðani hevði gloymt. Vónandi hevur lesarin eisini gjørt tað. Gloymt hann. Tí nú fari eg at endirprenta hann í tykisheimi, ein gamlan Skírisblogg við enn eldri myndum: Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og sígg...

Til Havs við happing

Videolist: Millum óndskap og vakurleika, ger donsk listakvinna, ið gekk í Nonnuskúlanum, listarliga installatión um happing Viðtal, Dimmalætting 14. juli 2006 Hesa vikuna hevur eitt filmslið ferðast bygd úr bygd, at finna umstøður, til eina videoinstallatión um happing. - Heilt ítøkiligani snýr tað seg um eina einkulta scenu, eitt klipp, sum er ein panorering allan kringin runt, sigur Eva Koch við grønum bøi í baksýni. - Panoreringin byrjar úti á havinum, fer inn at strondini, so síggja vit nøkur hús og síðani børn, sum spæla og kasta við onkrum. Upptøkutólið fangar eitt barn, sum rennur burtur frá og vit síggja at tað er ein steinur, ið varð kastaður. Panoreringin heldur fram, framvið barninum og út yvir bakkan og endar har hon byrjaði, úti á opnum havi.Tað er David Geyti, ið hevur gjørt panoreringsútgerðina, sum myndamenninir Bjarni Rubeksen og Rúni Kjær brúka, meðan Pauli Magnussen fangar ljóðið í harðbalnu føroysku náttúruni. Guðrun Eysturlíð er framleiðari og tann, ið skal fáa alt...